Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Suðurtunnilin

Tað er fyri neyðini at hava fingið ein landsstýrismann í samferðslumálum sum er úr Suðuroynni. 

Tað er jú eyðsæð, at størsta avbjóðingin, sum vit hava á samferðsluøkinum, er at fáa tað koyrandi til Suðuroynna. Hetta kann gerast við einum tunli, og hann verður langur og dýrur. 

Vansin er bara, at aðrar loysnir heldur ikki eru ókeypis, og tænastustøði teirra er nógv lægri.

Hetta hevur verið greitt leingi. Í øllum lítillætni kann eg loyva mær at minna á, at eg fyrst í 1986 hevði eina greinarøð í 14. september, har eg skeyt upp at gera tunlar til Vágar, Klaksvíkar og Skopunar, og eisini dittaði mær at skjóta upp, at tunnil varð gjørdur til Suðuroyar. 

Eg skeyt upp, at vit lótu landsverk gera tunlarnar eins og teir gjørdu vegirnar. Vit kundu fáa eini tvey sjakk at bora frá hvørjum enda, og tá tey vóru liðug við tann fyrsta tunnilin kundu tey halda fram við tí næsta. Á henda hátt kundu vit eftir tíggju árum, tað vil siga í 1996, hava gjørt teir tríggjar fyrstu, og so var greitt at fara undir tunnilin til Suðuroynna. Um so er, at hann tók tíggju ár at gera, var hann liðugur í 2006.

Hesi ráð vóru ikki fylgd.

Í staðin fyri vóru tunnilsfeløg sett á stovn. Tey kosta nógv, og noyðast at krevja upp gjald fyri at hava ráð til nevndarsamsýningar. 

Er tað rætt at taka gjald fyri at koyra gjøgnum tunlar, so er tað eins rætt at taka gjald fyri at koyra á øllum vegum í Føroyum. Verður tað ikki gjørt, er talan um ólógligan mismun.

Við tí tøkni, sum nú er, ber hetta til. 

Vit kunnu seta ein sendara á hvønn einasta bil, og kunnu síggja, hvussu nógv og nær bilurin koyrir. Vit kunnu nýta marknaðarprinsippið og siga, at í trokingartíð er prísurin høgur, tí eftirspurningurin er størri enn útboðið. Øvut er prísurin lágur, har lítil ferðsla er.

Tað er eingin teknisk forðing fyri, at øll onnur gjøld á ferðslu verða flutt yvir á nýtslugjaldið, soleiðis at vit sleppa frá gjaldi á bensin, gjaldi fyri innflutting og veggjald og sýn. Hetta vil siga, at vit gera sjálvi av um vit gjalda nakað fyri bilin. Hava vit hann standandi inni hjá okkum sjálvum er hann ókeypis. Fara vit av okkara egna grundstykki, so gjalda vit fyri at nýta tann veg, vit koyra á. 

Við einum slíkum fíggingarfrymli er einki problem at gjalda fyri at gera vegirnar betri og halda teir viðlíka. Sum er gjalda vit nógvan skatt fyri at keypa bilar og bensin. Hesum kundu vit sloppið undan. So hvørt vegakervið gerst ótíðarhóskandi, er neyðugt við íløgum, og tað er eingin orsøk til at vit ikki gjalda hesar íløgur so hvørt tær verða gjørdar. 

Hetta er eisini galdandi fyri tunnilin til Suðuroyar. Hon er dýr, men hon verður ikki gjørd eftir einum ári. Meðan ódnartakið verður tikið, er rímiligt at seta gjaldið upp. Verður hetta gjørt av tí at vit standa saman um hetta verk, ber væl til at fáa tað frá hondini. Eftir at tað er liðugt, vera útreiðslurnar minni, og vit kunnu seta gjaldið niður aftur. 

Tað er heldur einki, ið forðar fyri at vit nýta føroyskar fyritøkur at gera hesi arbeiðí. Føroyingar hava jú gjørt berghol síðan norðmenn komu higar fyri ár 1800 at gera minurnar í Hvaba, og vit hava dugnaliga arbeiðsmegi til slík verk.

Zakarias Wang=