Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Suðurtunnilin

Nú er Landsverk komið við einari leysligari meting av, hvat ið Suðurtunnilin fer at kosta.

Talan er sjálvandi um tveir tunlar, tann fyrri til Sandoyar og hin til Suðuroyar. Vit hava vant okkum við, at Sandoyartunnilin kostar umleið tvær milliardir, og nú fáa vit at vita, at tann til Suðuroyar liggur um átta milliardir.

Hetta eru stórar upphæddir, men tær skulu metast í mun til kostnaðin av at reka tær báðar farleiðirnar, sum vit í løtuni hava til hesar oyggjar. Talan er um tvey skip (sum viðhvørt noyðast at fáa avloysaraskip). Harafturat koma útreiðslur til havnir (sum kanska høvdu kunna verið nýttar til annað inntøkuskapandi virksemi).

Ein eyka kostnaður er, at hetta samband ikki er so ofta, at tað ber til at koma aftur og fram eins skjótt og vit eru von við í meginøkinum, har vit kunnu koma millum bygdir eftir einum tíma. Hóast ikki verður hugsað um hetta síðsta, men bert sjálvan kostnaðin av at reka og avskriva verandi farleiðir, so er talan um eina árliga útreiðslu, sum nærkast eini hálvari milliard um árið og støðugt veksur. Við at gera íløguna støðga vit útreiðsluvøkstrinum og fáa støðugt meir og meir burturúr.

Í løtuni er rentan á altjóða kapitalmarknaðinum metlág. Við eini rentu upp á 2,5% kunnu 250 milliónir krónur renta eina íløgu upp á 10 milliardir. Hetta kundi bent á, at tað beinleiðis loysir seg at gera Suðurtunnilin. Vit skulu hava í huga, at tá verður strekkið millum Hvalba og Tinganes ikki longri enn tað millum Tinganes og Vestmanna!

Zakarias Wang