Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Suðurstreymoyar Útróðrarfelag hevði aðalfund 29. januar

Fyrst var lógarkravdi aðalfundurin hildin við formansfrágreiðing, frammløga og viðtøka av roknskapi og Ymiskt á skránni. So var nevndarval har sitandi nevnd varð afturvald.

Síðani varð borðreitt við einum góðum bita í Áarstovu.

Í nevndini sita: Mortan Johannesen, formaður: Ragnar Hentze, næstformaður; Carl August Arge, skrivari og Doru á Torvlaðnum, nevndarlimur.

Í formansrøðuni legði Mortan dent á áhaldandi arbeiði okkara at bøta um viðurskiftini á útróðrarmonnum í Bólki 5.

Som flestum kunnugt vóru treytirnar fyri bólk 5 knappliga broyttar nógv til tað verra í 2011.
Áðrenn 2011 vóru tað rímiligar treytir fyri at fáa loyvi 5A fyri útróðrarmenn.

At vera í bólki 5A merkir at tú hevur tínar egnu fiskidagar. Tú hevur fulla trygd fyri at kunna leggja títt fiskiár til rættis og hevur ikki grund fyri at óttast at knappliga standa púrasta á berum.

Yvur eina nátt – og enntá við afturvirkandi kraft – bleiv hettar broytt. Í einari tíð við søguliga vánaligum fiskiskapi og við sera lágum fiskaprísum bleiv fíggjarliga kravið fyri at fáa A loyvi fleirfaldað. 

Frá at skula avreiða fyri 80.000 krónur um árið skuldu vit nú avreiða fyri 400.000 kr fyri at varðveita okkara gomlu rættindi – nakað sum at kalla eingin útróðrarmaður við snellu hevur megnað seinastu árini.

Hettar merkir at vit blivu niðurklassaðir til bólk 5B. Hesin bólkur hevur ikki egnar fiskidagar, men kollektivar dagar. Í hesum bólki er eitt sera stórt tal av bátum. Vanliga nevndir stuttleikafiskarar. 

Í praksis merkir hettar, at um tað verður betri fiskiskapur fara nógvir av hesum bátum aftur at veiða – og so eru felags dagarnir uppi eftir heilt stuttari tíð – og vit sum hava fullrikanr bátar standa so eftir við ongum. Vit kunnu missa okkara livibreyð yvur eina nátt og hava onga trygd av nøkrum slag ella annað at fara til.  

Okkara felag hevur ferð eftir ferð gjørt vart við hesa órættvísuna og fingið mong lyftir –  men onga broyting.

Vit hava ítøkiliga talað fyri, at krøvini fyri at fáa eitt A5 loyvi eigur at vera at báturin skal avreiða minst 15 tons av fiski árliga og útróðrarmaðurin ikki skal hava hægri A –inntøku enn tað sum svarar til galdandi  fólkapensión. Hetta seinasta tí vit meina at tað er órímuligt at hava vællønt starv og samstundis hava 5A loyvi – hesi loyvi eiga at vera veitt til tey sum liva burturav av útróðri. Útróðrarmenn  mugu tó kunna t.d. fara við størri fiskifari nakrar túrar t.d. á hávetri uttan at missa sítt A loyvi. 

Ásannandi at sera nógvir útrórarmenn eru komnir nakað til árs – og at teir ofta megna og ynskja at vera yriksvirksamir soleingi teir orka – so ynskja vit at teir skulu varðveita sítt 5A loyvi samstundis sum teira fáa sína væl fortjentu pensión.

Vit hava nýliga havt fund við Høgna Hoydal, fiskimálaráðharra og greitt honum frá okkara ynskjum. Hann segði seg skilja okkum og at vilja arbeiða fyri málinum. Enn hava vit so einki sæð til nakra boyting.

Mortan greiddi víðari frá, at hann nærum dagliga blívur uppringdur av útróðrarmonnum kring landið alt. Teir eru harmir um støðuna hjá útróðrinum og føla at eingin er sum talar teirra søk. Suðurstreymoyar Útróðrarfelag er helst einasta virkna útróðrarfelag sum burturav arbeiðir fyri bólki 5. 

Aðalfundurin viðtók útfra hesum at víðka um okkara arbeiði og ynskjir allar  útróðrarmenn í bólki 5 í Føroyum vælkomnar sum limir í okkara felag.