Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Suðurstreymoyar kirkjubók 1757-1851

varð løgd fram í Finsen mikukvøldið. Hetta er tann sætta av kirkjubókunum fyri allar Føroyar.

Tann fyrsta kom út 7. juli í fjør, og nú eru tær fyri Eysturoynna, Norðoyggjar, Vágar og Norðstreymoy komnar fram til 1892.

Eftir eru tær fyri Suðuroynna, Sandoynna og tann seinna fyri Suðurstreym fyri árini 1852-92.

Øll tey, sum vilja fáa nakað at vita um sína ætt, kunnu nú fáa hollan kunnleika.

Tað eru Petur Martin Rasmussen og Johan G. Mikkelsen, sum hava skrivað bókina av, og Erling Isholm hevur gjørt stílin, har bæði mannanøvn og staðarnøvn eru at finna.

Heðin Mortensen bjóðaði vælkomin til framløguni mikukvøldið.

Uni Næs, dómpróstur og Heri Joensen, sóknarprestur, greiddu frá um týdningin kirkjubøkurnar hava.

Sharon Weiss og Lukas Djurhuus Olsen spældutey løg, ið spæld vóru tá fyri skansaliðinum.

Felagið Varðin