Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Suðuroyar Sparikassi hevur vent gongdini til ein vinning

Suðuroyar Sparikassi hevur fyrra hálvár í 2012 havt framgongd í grundrakstrinum í mun til sama tíðarskeið í fjør.

Úrslitið fyrra hálvár 2012, áðrenn kursjavnan, burturleggingar, avskrivingar og skatt er t.kr. 3.597 samanborið við t.kr. 2.708 í 2011.

Fyrra hálvár 2012 hevur tó eisini verið eyðkent av umfatandi niðurskrivingum uppá tilsamans 3,1 mió. kr. samanborið við 2,6 mió. kr. í 2011. Tó vil framgongdin í Suðuroynni hava eitt jaligt árin seinna hálvár

Sparikassin hevði í fyrra hálvári 2012 eitt avlop uppá 479 tkr, samanborið við eitt hall uppá 468 tkr. í 2011.

Útreiðslurnar vuksu úr 10.687 tkr. til 11.144 tkr. Útreiðslurnar eru sostatt øktar 4,3% samanborið við 2011.

Útlán sparikassans eru økt við 24 mió. kr. frá 464 mió. kr. til 488 mió. kr. Sostatt eru útlánini økt við 5% farna ári. Í sama tíðarskeiði eru innlánini økt við 88 mió. kr. frá 623 til 711 mió. kr. Hetta er ein øking uppá 14 %.

Sparikassin hevur framhaldandi eitt útlánsprosent á 70, og tískil hevur Sparikassin enn eitt sterkt gjaldføri og hevur ikki tørv á fremmandari fígging.

Sparikassans fíggjarstøða er økt úr 683 mió. kr. til 766 mió. kr. Fíggjarstøðan er økt við 12%.

Sparikassin hevur síðani hálvárið endaði, framt eina kapitalhækking á 10 mió kr., soleiðis, at eginognin er økt úr 38.744 tkr. til 48.744 tkr.

Solvensurin ultimo juni 2012 er 12,0% í mun til 12,1% sama tíðarskeið í fjør - lógarinnar krav er 8%. Kapitalhækkanin ger, at sparikassans sólvensur nú er 14,6%.

Sparikassin hevur ein góðan grundrakstur, eitt gott gjaldføri og ein sterkan solvens. Metingar siga, at jaliga búskapargongdin heldur áfram restina av 2012. Hetta fer at hava eina jaliga ávirkan á sparikassans úrslit.