Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Suðuroyar Sparikassi fer nú at bjóða realkredittfígging

Á 75 ára føðingardagshaldinum 27. oktober 2018, almannakunngjørdi stjórin í Suðuroyar Sparikassa, Søren L. Bruhn, at Suðuroyar Sparikassi hevur gjørt samstarvsavtalu við danska realkredittstovnin DLR. 

Suðuroyar Sparikassi fegnast um avtaluna, sum gevur kundunum enn fleiri møguleikar fyri at fáa fíggja sín bústað – eisini fasta rentu. 

Suðuroyar Sparikassi væntar at koma á marknaðin við realkredittfíggingini í samstarvi við DLR á vári 2019.