Suðurøkið við oljudepli og háídnaði
Fyri at kunna yvirliva og blóma í útjaðaranum er neyðugt at líta frameftir og fyrireika seg at taka ímóti tí, sum er á veg, og sum kann gerast ein góð og gevandi gongd leið inn í framtíðina.
Kanska duga vit vanlig fólk ikki altíð at síggja tær gevandi loysnirnar, men vit kunnu keypa okkum vælkvalificerað fólk, ið duga - bæði at síggja framtíðarmøguleikar og loysnir, sum kunnu skapa eitt nýtt, gott og sterkt fundament.
So ábyrgdarafólk í Suðurøkinum - serliga politikkararnir - eiga skjótast til ber at fara til verka og finna vælkvalificeraði frontfigurar og seta tey í starv at finna nýggjar vinnuvegir, ið kunnu føra Suðurøkið fram í fremsta lið og gerast Føroyars mest attraktiva øki at liva, virka og búgva í komandi 100 árini.
Suðurøki við oljudepli kundi verðið ein góð loysn.
Háídnaður (har tímaløn og fragt ikki spælir nakra rollu í samlaða kostnaðinum)
Frítíðarmøguleikar og -facilitetir á høgum stigi (havi nevnt tað áður).
Undirsjóartunnlar, ið eru eitt slag av høvuðspulsæðrum, kundu lættliga verðið fíggjaðir av kinverjum, um politiski viljin er til tess.
Tað er um at smíðja, meðan jarnið er heitt.
Vónandi fella uppskotini í góða jørð og bera stóran ávøkst.
Dagfinnur Danbjørg.