Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Styrkt vælferð og lægri skattur

Tórshavnar kommuna stendur í vøkstri. Inntøkurnar vaksa og somuleiðis fólkatalið. Hetta kemur borgarunum til góðar. Kommunan lækkar skattin og systkinaavslátturin til børn í dagstovnum hækkar munandi, og tey mongu góðu tilboðini, sum er grundarlagið undir framhaldandi menning og vøkstri, verða varðveitt.  

Farið verður nú inn í seinastu setuna í hesum valskeiðinum. Vøkstur hevur eyðkent kommununa seinastu árini, og henda kósin verður eisini hildin komandi árið. 

Tórshavnar kommuna fer áhaldandi at menna trivnaðin og tænasturnar til borgararnar og fer at halda fast um lyftið at lækka skattin í 2016. Semja er um, at skattaprosentið fer úr 20,25 prosentum niður í 19,75 prosent. Barnafrádrátturin verður framvegis 8.000 kr. pr. barn um árið.

Tórshavnar kommuna er í áhaldandi kapping við aðrar kommunur í Føroyum og uttanlands – bæði tá ið tað snýr seg um fólk og kapital. Fíggjarætlanin er løgd út frá tí fortreyt, at skatturin verður lækkaður, og at barnafrádrátturin framvegis er millum teir hægstu í landinum.

Serligt familjupolitiskt átak er ein munandi hækkaður systkinaavsláttur á dagstovnaøkinum. Familja við trimum børnum ella fleiri á dagstovni og frítíðarskúla fær framyvir dýrasta gjaldið ókeypis. Verandi avsláttarskipan, har annað barnið fær avsláttur, verður eisini betrað.

Soleiðis sýnir kommunan samfelagsliga ábyrgd og skapar tær allarbestu fortreytirnar fyri vøkstri og vælferð fyri vanliga borgaran.

Á fíggjarætlanini fyri 2016 eru samlaðu inntøkurnar mettar at verða 848 mió. kr. bornar saman við 810 mió. kr. fyri 2015. Vøksturin er 4,9 prosent. Av hesum eru rakstrarútreiðslurnar mettar at verða 645 mió. kr. bornar saman við 625 mió. kr. fyri 2015. Munurin er 3,2 prosent. 

Samlaðar útreiðslur eru mettar at verða 677 mió. kr. Stuðul til rentuútreiðslur lækkar soleiðis, at samlaði vøksturin í útreiðslum verður 2,5 prosent. Í 2016 eru settar av 330,5 mió. kr. til íløgur.

Inntøkumetingar fyri 2016

Kommunuskatturin í 2016 er mettur at verða 679,8 mió. kr., og tað er ein hækking upp á 5,9 prosent borið saman við fíggjarætlanina fyri 2015. Inntøkumetingin byggir á eina framskriving av persónskattinum fyrstu 10 mánaðirnar í 2015 umframt eina hækking upp á 2 prosent, sum liggur nakað undir útlitinum fyri búskaparvøkstri sambært búskaparfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum á heysti 2015.

Í januar 2015 tók Tórshavnar kommuna yvir tænastur til aldrandi borgarar frá landinum. Fíggjarliga grundarlagið undir hesum tænastum er skattur av eftirlønarinngjøldum, endurrindan í sambandi við ymiskar skattligar serskipanir og ein tíðaravmarkað upphædd í 2015 og 2016.

Partafelagsskatturin er mettur at verða 20 mió. kr. Partafelagsskatturin er tengdur at búskapargongdini og sveiggjar frá einum ári til annað.

Úrslit

Tórshavnar kommuna gongur á odda at framtíðartryggja borgarar og vinnu, og tí áliggur tað kommununi áhaldandi at byggja út tænasturnar á øllum økjum. Soleiðis er kommunan eisini vorðin liðug við útbyggingar í 2015. 

Dagstovnurin Birkilund er høvuðsumvældur, og børnini eru farin aftur í stásiliga, umvælda dagstovnin. Nýtt spælipláss er tikið í nýtslu í Grasagarði. Hetta er liður í arbeiðinum at uppstiga miðbýin og er enn eitt tilboð til barnafamiljurnar í kommununi.

Brúgvin tvørtur um Sandá er væl ávegis og somuleiðis vegakervið, ið knýtir brúnna saman við restina av býnum. Brúgvin verður ein høvuðsæðr, sum hvønn dag fer at leiða fleiri túsund fólk skjótari til arbeiðis, til handils og til frítíðarítriv – og mangt annað. Væntandi verður brúgvin endaliga liðug fyrst í komandi ári.

Komandi virksemið á Glyvursnesi kemur at geva nógv arbeiði. Samstundis leggur arbeiðið lunnar undir vegagerð, møguligar útstykkingar og framtíðar flogvøll.

Nógv orka er løgd í at gera Tórsvøll til ein veruligan tjóðarleikvøll. Tórshavnar kommuna hevur veitt eitt týðandi íkast til hesa verkætlan. Arbeiðið verður væntandi liðugt við ársenda 2015.

Íløgur fyri framman

Stórar og neyðugar íløgur liggja fyri stavn. Kommunan tekur eingi óráð fyri, men fer við íløgunum at tryggja grundarlagið undir einari kommunu, sum framhaldandi skapar allarbestu karmarnar fyri vanliga borgaran og vinnulívið.  

Skúli og umhvørvi

Ferð verður sett á arbeiðið at gera Skúlan á Fløtum. Talan verður um størsta fólkaskúla í landinum, tá ið hann stendur liðugur um nøkur ár. Settar eru av 21 mió. kr. til Skúlan á Fløtum.

Peningur er eisini settur av av til økið kring nýggja skúlan, sum verður bygdur í økinum ímillum Marknagilsvegin og Landavegin, og sostatt verður nærmasti grannin Marknagilsdepilin.

Mentan og frítíð

Kommunan setir mentanina ovarlaga. Ein nýggjur musikkskúli – ella tónleikaskúli – verður raðfestur við 10 mió. kr. 

Ítróttin hevur altíð verið eitt eyðkenni fyri Tórshavnar kommunu. Tí verður ítróttarøkið í Gundadali eisini ment meira. Settar eru av 20 mió. kr. til Høllina á Hálsi.

Børn og ung

28 dagstovnar eru í Tórshavnar kommunu. Dentur verður lagdur á framhaldandi at veita foreldrum góða námsfrøði og tíðarhóskandi karmar til børn teirra. Settar eru av 8,75 mió. kr. til nýggjan dagstovn í Kollafirði. 

Fríðkan

Arbeitt verður víðari við miðbýarætlanini. Settar eru av 9 mió. kr. til at fríðka kommununa – millum annað Steinatún.

Vinnan

Miðvísa arbeiðið at styðja undir vinnuligan vøkstur í Tórshavnar kommunu heldur fram. Kommunan vil, at høvuðsstaðurin gevur nýggjum, altjóða vinnum og vinnum, sum hava djúpar røtur her, góð vakstrarlíkindi. Settar eru av 200 mió. kr. til havnarútbyggingina.

Virkin og vakin kommuna

Okkara fremsta mál er at varðveita og menna eina virkna og vakna kommunu. Tí tað eru virknir borgarar og eitt virkið vinnulív, sum skapa eina góða kommunu við trivnaði og fjøltáttaðum tilboðum. Fíggjarætlanin 2016 er enn eitt stig á leiðini fram móti málinum. 

Fíggjarætlanin varð samtykt við 11 atkvøðum fyri og ongari ímóti.

19. november 2015

Heðin Mortensen
borgarstjóri

Javnaðarflokkurin      Fólkaflokkurin      Sambandsflokkurin      Tjóðveldi

 
_______________       ____________       ________________        _________
Heðin Mortensen        Sjúrður Olsen       Annfinn Brekkstein      Jákup Dam
 
________________     _______________
Bjørghild Djurhuus     Bogi Andreassen
 
___________________
Helena D. á Neystabø
 
______________
Elin Lindenskov
 
__________
Sigrún Mohr
 
_______________
Halla Samuelsen
 
_________________
Tróndur Sigurðsson