
Styrkt samstarv millum Føroyar, Grønland og Áland
Annika Olsen, sum eisini er norðurlendskur samstarvsráðharri, hevur verið á fundi í Svalbard saman við hinum norðurlendsku samstarvsráðharrunum. Í hesum sambandi skrivaði hon undir felagsyvirlýsing saman við grønlendska samstarvsráðharranum, Palle Christiansen, og álendska samstarvsráðharranum, Veronica Thörnroos.
- Við hesum er fyrsta stigið tikið til at styrkja samstarvið millum tey trý londini. Ætlanin við felagsyvirlýsingini er at styrkja okkara rødd í tí norðurlendska samstarvinum, sigur Annika Olsen í stuttari viðmerking.
Samstarvið skal ætlandi fevna um ráðharraráð, embætisnevndir, embætisbólkar og tingmannanevndir
Á Ársfundi Norðurlandaráðsins í Helsinki í heyst er ætlanin, at stjórnarleiðarar og Norðurlandaráðslimir í teimum trimum londunum skriva undir eitt skjal, sum staðfestir samstarvið millum Føroyar, Grønland og Áland, bæði millum stjórnirnar og Norðurlandatingfólkini.
Annika Olsen,
landsstýriskvinna í Norðurlandamálum