Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mynd: Ólavur Frederiksen

Styrkja amboðini, at lofta teimum, sum kunnu detta av rókini

Vit vilja framhaldandi virka fyri, at vit liva í einum av heimsins bestu vælferðarsamfeløgum. Framhaldandi styrkja amboðini til at lofta teimum, sum kunnu vera í vanda fyri at detta av rókini. Hetta fara vit at gera saman við tykkum. Saman um einar Føroyar fyri øll, segði Heðin Mortensen, løgtingsmaður, m.a. í røðuni á Vaglinum í Havn 1. mai. 

Góðu áhoyrarar! Góðu arbeiðarar!

Fyrst av øllum vil eg takka fyri høvið, at sleppa at siga nøkur orð, nú vit hátíðarhalda 1. mai her á Vaglinum, mitt í okkara deiligu flaggskrýddu Havn.

Vit eru ikki einsamøll um at halda altjóða arbeiðaradagin og gera nakað burtur úr degnum. Um allan heimin hittast vinstravend at minnast stríðið og hátíðarhalda sigrarnar.  

Vit eru so heppin um okkara leiðir, at vit eiga fult frælsi til at hugsa, tala og skriva, og tí er eitt sovorðið hátíðarhald ein sjálvsagdur partur av 1. mai hvørt ár.

Vit hava alla orsøk til at vera takksom fyri, at vit liva í einum so fríum parti av heiminum. At vit kunnu stíga fram og gera vart við tað, vit hava upp á hjarta.

Vit kunnu vera nøgd ella ónøgd við tær umstøður, sum vit hava í gerandisdegnum. Og einki er at ivast í, at øll hava tað ikki líka gott.

Men vit liva í einum av heimsins bestu vælferðarsamfeløgum. Við øllum teimum røttu amboðunum til at lofta teimum, sum kunnu vera í vanda fyri at detta av rókini.

Sum samfelag hava vit allar teir møguleikar, vit kunnu ynskja okkum. Og so er spurningurin bara, hvussu væl vit duga at gagnnýta hesar møguleikar.

Tað eigur ikki at vera soleiðis í 2018, at fólk líða neyð her á landi og hava ilt við at fáa endarnar at røkka saman.

Og tað eigur ikki at vera soleiðis í 2018, at barnafamiljur skulu stúra fyri, um matur er á borðinum í morgin, ella pengar eru til mest grundleggjandi tørvin.

Ei heldur eigur tað at vera soleiðis í 2018, at okkara gomlu skulu sita einsamøll og ongan góðan eiga, so tey kanska stúra fyri hvørjum nýggjum degi.

Tað eigur bara ikki at vera soleiðis í 2018, at vit sum samfelag ikki til eina og hvørja tíð eru til reiðar at rætta teimum eina hjálpandi hond, ið hava brúk fyri tí.

Vit kunnu fegnast um, at samfelagshjólini hava góða ferð, og at búskaparligu útlitini eru góð. At virksemi er til stórt sæð allar hendur her á landi, ið vilja og kunnu arbeiða.

Í hálvttriðja ár hava vit nú havt eitt landsstýri, ið setti sær fyri at fáa framt nøkur stór og týðandi mál, ið hava ligið á láni í alt ov langa tíð – og nógv er komið á mál.

Fiskivinnunýskipanin var í áravís eitt stórmál, ið bara bíðaði og bíðaði eftir, at onkur tók seg saman og syrgdi fyri at gera hana og fáa hana ígjøgnum á Føroya løgting.

Núverandi andstøða hevur havt allar møguleikar, men gjørdi ikki eina einastu erligu roynd, tá hon kundi gera tað.

Saman við øðrum prædikaðu hesir flokkar, at nýskipanin innan fiskivinnuna fór at gera ein enda á Føroyum sum fiskivinnutjóð, men so varð ikki.

Nýggja fiskivinnunýskipanin er komin, og eingin av døpru spádómunum hjá teimum, ið halda seg eiga sjálvsagdan einarætt til alt ríkidømið í havinum, er enn gingin út.

Teir, ið langt síðani kundu havt framt eina fiskivinnunýskipan, tá teir høvdu valdið til tað, hava av øllum alvi roynt at forðað fyri eini loysn – og nú er skommin teirra.

Vit kunnu vera samd og ósamd um fiskivinnunýskipanina. Men ein høvuðstáttur í henni er, at vit fáa fiskin til lands, so vit kunnu skapa vinnu og arbeiðspláss á landi.

Tað snýr seg um at fáa fiskin virkaðan og góðskaðan, so vit kunnu fáa eina veruliga virðisøking burturúr, samstundis sum enn fleiri pengar verða settir í umfar.


Við menningarkvotunum eru skaptir møguleikar fyri, at Vestara bryggja kann livna uppaftur. Karmar eru skaptir fyri virksemi. Fyri virksemi, ið kann geva arbeiði til nógvar hendur.

Hartil má eg eisini nevna útbyggingina av Tórshavnar havn og havnarøkinum, sum Havnar Arbeiðarafelag allan vegin ígjøgnum hevur stuðlað og tikið undir við.

Um eini tvey ár, tá tað alt er liðugt, verður arbeiði til enn fleiri hendur. Samstundis fáa vit ta mest modernaðu havnina her á landi og við henni nýggjar møguleikar.

Virksemið, ið tá verður, fer ikki bara at lívga Havnina. Ringarnir fara at breiða seg um alt landið.

Eitt annað stórmál, ið er loyst, er nýggja pensjónsskipanin. Allir verandi pensjónistar fáa umleið 1000 krónur meira at liva fyri hvønn mánað eftir skatt. Við nýggju skipanini, fáa allir lág- og meðalløntir pensjónistar millum 1000 og 2300 krónur meira at liva fyri um mánaðin. Pensjónistarnir fáa altso meiri keypiorku við pensjónsnýskipanini, og tað eru vit í Javnaðarflokkinum sera fegin um.
 
Nýggja pensjónsskipanin fer í gongd í 2020, men longu nú gagnar hon verandi pensjónistum, ið varðveita grundupphæddina og fáa meira úr Samhaldsfasta. 

Nógv hevur verið tosað um grundupphæddina. Lat meg sláa hetta rimmar fast: Grundupphæddin verður framvegis skattafrí og verður hartil prístalshækkað, so virðið á henni fylgir tíðini. 

Fyri tey, ið verða pensjónistar í 2020 og framyvir verður tað galdandi, at tey hægst løntu verða mótroknað í fólkapensjónini – eisini grundupphæddini. Og tað verða bara tey hægst løntu – so sum bankastjórar, yvirlæknar, politikarar og onnur hálønt – ið koma at fáa minni í fólkapensjón.

Við øðrum orðum verða tað tær breiðastu herðarnar, ið fíggja ágóðarnar í nýskipanini, so hon fyrst og fremst gagnar teimum, ið mest hava brúk fyri tí.

Og so er tað pensjónsaldurin, ið hækkar eitt hálvt ár í 2025 og aftur eitt hálvt ár í 2030, men síðani ikki verður nortin tey næstu tíggju árini.

Hesum er Fólkaflokkurin ímóti, hóast hann hevur havt eitt heilt ítøkiligt uppskot í tinginum um, at pensjónsaldurin skuldi fara upp í 70 ár – í einum høggi! Sig so tað?

Vit hava arbeitt dúgliga við stjórnarskipanarlógini, men komu tíverri ikki á mál, áðrenn tingið fór heim. Arbeiðið er komið væl áleiðis og steðgar ikki her, men heldur fram til Ólavsøku.

Hetta er eisini eitt mál, sum í fleiri ár er sloppið at samla støv. Hóast tað bara  hava verið smálutir, ið hava forðað fyri, at tað ikki langt síðani er komið ígjøgnum.

Stjórnarskipanin er eitt týðandi mál fyri allar føroyingar. Tí sjálvandi eiga vit at fáa staðfest einaferð fyri allar, hvørji vit eru. Hvørjar okkara skyldur og okkara rættindi eru, her á landið.

Sjálvandi skulu vit seta orð á okkara egna samleika. Tí vit eru føroyingar og ein serstøk tjóð. Hesi viðurskifti eiga vit at festa á blað. 

Føroyski sjálvsavgerðarrætturin er av størsta týdningi. Tað eiga bara at vera vit og eingin annar, ið taka tær stóru avgerðirnar. Avgerðirnar, ið viðvíkja okkum og okkara landi. Føroyar eru land, føroyingar eru tjóð, og alt vald í landinum eigur at vera hjá Føroya fólki.
Hetta er ikki ein kappingarneyti til donsku grundlógina. Bara heilt náttúrligar staðfestingar, ið vit sum tjóð eiga at samla í okkara egnu stýrisskipanarlóg.

Vónandi kann tað – fyri einaferð skyld – lata seg gera við eini breiðari semju.

Hetta við breiðum semjum er altso ikki nakað, vit eru serliga von við í føroyskum politikki. Tað haldi eg vera stórt spell. Tí verður tað bara sáðað split, koma vit ikki víðari.


Tað er veruliga neyðugt at semjast um tað, vit kunnu semjast um. Tað skylda vit øllum Føroya fólki, ið fer á val fyri at velja loysnir – ikki trupulleikar.

Hóast andstøðuflokkarnir hava fingið ríkar møguleikar at seta síni fingramerki á framtíðina, hevur viljin ikki verið til semjur. Heldur hava flokkarnir valt at seta seg uttan fyri alla ávirkan.

Hetta við bara at grava skotgravir má fáa ein enda, so vit kunnu hugsavna okkum um veruligan politikk. Duga at leggja klandur og stríð til viks.

Satt at siga eri eg bangin fyri, at núverandi andstøða er langt frá semjunum. Flokkarnir skulu flyta seg nógv, skulu verulig tøk takast til frama fyri okkum øll.

Tá henda samgongan kom til, mundi hon ikki sloppið inn um dyrnar í Tinganesi fyri óloystum málum. Tí viljin til breiðu semjurnar var slett ikki til staðar.


Hetta vóru flokkarnir, ið gjøgnumførdu forskattingina av pensjónum. Teir pengarnir, sum okkara borgarar skuldu fáa seinni, verða brúktir longu nú.

Prísin kenna vit, tí hesir pengar koma at resta í seinni. Tá eingin skattur kemur landi og kommunum til góðar. Samstundis sum størri trýst verður á eldratænastunum, tí vit gerast eldri og eldri. Hetta er at fegnast um, men vit mugu brynja okkum til komandi tíðir. 

Pensjónskipanin tryggjar okkara eldru borgarum virðiligari kor á ellisárum. Og okkara vón er, at hon kann taka broddin av keðiligu avleiðingunum, sum eru gjørdar av undanfarnu samgongu.

So er bara at vóna, at tey stig á rættari leið, sum nú eru tikin, ikki verða syndrað, um andstøðan aftur sleppur framat.

Undanfarna landsstýrið var í stóran mun merkt av, at stig vórðu tikin í óðum verki. Tað kann henda aftur, eydnast teimum borgarligu flokkunum at koma framat.

Vit kunnu vísa á úrslit og ætlanir, so Føroyar verða eitt enn betri og sterkari samfelag at liva í tey næstu árini eisini.

Gongdin í fólkatalinum er vend frá fráflyting til fólkatilflyting, og tað er eydnast at gera Føroyar enn meira lokkandi fyri okkara ungu.

Samstundis er latin ein skattalætti, ið veruliga munar. Ein vanlig familja við tveimum inntøkum hevur nú 13.000 krónur meira at liva fyri um árið.

Barnafamiljurnar merkja ein góðan mun við hægri barnafrádrátti og longdari barsilstíð. Barsilstíðin er longd við átta vikum upp í góðar tíggju mánaðir.

Fólkapensjónistar og fyritíðarpensjónistar hava meira at liva fyri.

Yvirhøvur er nógv gjørt, so betri møguleikar eru fyri vøkstri og menning um alt landið. Og samgongan er ikki liðug við alt enn, hon hevur sett sær fyri at fremja.

Nú er at halda fast og at halda fram. Tí enn er tíð til at fremja batar og styrkja okkara samfelag. At styrkja okkara samfelag, so vit øll eru brynjað til tað, komandi tíðir hava at bera okkum.

Dagurin í dag er ársins stóri hátíðardagur hjá arbeiðarafjøldini. Og her at enda vil eg fegin bera Havnar Arbeiðarafelag eina kvøðu og tøkk.

Tykkara lutur hevur ongantíð ligið eftir, tá brúk hevur verið fyri at lyfta í felag. Havnar Arbeiðarafelag hevur altíð verið eitt gott aktiv í Tórshavnar kommunu.

Frá tíð míni sum borgarstjóri og gjøgnum eitt langt lív sum býráðslimur kann eg siga, at Havnar Arbeiðarafelag hevur verið ein góður viðspælari.

Yvirhøvur hevur tykkara felag verið ein stór fyrimynd fyri onnur. Tit hava altíð viljað loysnir, heldur enn at dyrka stríð og klandur.

Samstundis hevur Havnar Arbeiðarafelag dugað at fylgt við tíðini og endurnýggjað seg. Tað er gott, tí sum tíðirnar eru, hava vit brúk fyri sterkum fakfeløgum, tí stríðið at vinna rættindi er ikki av enn.

Har tað fyrr kanska bara snúði seg um at fáa nøkur oyru oman á tímalønina, snýr tað seg í dag um so øgiliga nógv meira enn tað. Tað hava tit langt síðani fatað.

Góðu verkafólk
Vit vilja framhaldandi virka fyri, at vit liva í einum av heimsins bestu vælferðarsamfeløgum. Framhaldandi styrkja amboðini til at lofta teimum, sum kunnu vera í vanda fyri at detta av rókini. Hetta fara vit at gera saman við tykkum. Saman um einar Føroyar fyri øll. 

Eg vil enn einaferð takka fyri høvið at røða á altjóða arbeiðaradegnum í Havn og ynski tykkum øllum somlum ein góðan arbeiðaradag.

Takk fyri!

Heðin Mortensen
Løgtingsmaður