Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Styrkið tey eldru!

Eftir Levi Mørk, býráðslim og valevni Javnaðarfloksins á Lista C til kommunuvalið:

Núverandi samgonga er við at niðurlaga vælferðarsamfelagið, soleiðis at ráð ikki vera til tær tænastur, sum eldri borgarar gjøgnum eitt langt lív hava uppiborið rætt til. Vit mugu hava ein eldrapolitikk nú, sum tryggjar teim eldri betri livikor bæði nú og framyvir.

Vælferðarskipanirnar í Norðanlondum hava givið fólki rættindi til at fáa undirvísing, sjúkraviðgerð, fólkapensjón og aðrar vælferðartænastur, men hesar tænastur kosta. Tí er skatturin lutfalsliga høgur í hesum londum. Flest fólk vilja kortini fegin gjalda fyri tænasturnar umvegis skattin, heldur enn at uppgeva okkara samhaldsfasta vælferðarsamfelag.

Men í Føroyum er føroyska vælferðarsamfelagið komið í vanda av politikkinum hjá núverandi samgongu. Fyrst var fólkapensjónin niðurlagað, og nú gevur flatskatturin teim múgvandi skattalættar, men økir um byrðurnar hjá veikaru samfelagsbólkunum. Inntøkurnar hjá landskassanum minka og harvið versnar støðið á vælferðartænastunum. Henda gongd má steðgast NÚ.

Nógvir pensionistar hava einans fólkapensiónina og samhaldsfasta at liva av. 14 prosent av pensionistunum í Føroyum eru beinleiðis í fátækravága. Hetta er ikki ein støða, Javnaðarflokkurin kann finna seg í. Vit kunnu ikki sleppa teimum upp á fjall, sum løgdu lunnar undir okkara vælferðarsamfelag og hava goldið skatt alt sítt lív. Pensiónsskipanin má dagførast, og langtíðarætlanir mugu gerast fyri eldraøkið, soleiðis at fólk kunnu leggja sær ellisárini tilrættis uttan at óttast. Harumframt má tað gerast bíligari at búgva í Føroyum. Prísurin á neyðsynjarvørum má niður, so fólk hava ráð at liva her.

Betri raðfestingar á eldraøkinum

Í Danmark fara at vera meira enn 30 prosent fleiri eldri um 10 ár í mun til í dag. Í Føroyum er henda gongd væntandi í enn størri mun, av tí at vit hava so stóra fráflyting – serliga av ungum kreftum og av kvinnum, sum oftast eru tær, ið eisini taka sær av teimum eldru. Í sama 10 ára tíðarskeiði fara umleið ein triðjapartur av røktarstarvsfólkunum á pensión, samstundis sum at nýggjar uppgávur koma aftrat á eldraøkinum, ið mennist, sum alt annað.

Tað sæst á øllum brøgdum, at um kommunan ikki fyrireikar seg nú, kunnu vit skjótt fáa ein stóran trupulleika. Stórur tørvur er á betri ætlanarlegging á eldraøkinum, um kommunan skal kunna megna framtíðar avbjóðingar. Her má raðfestast, og her má hugsast nýtt. Tað er nú, vit mugu finna loysnir, so vit eisini um 10 ár megna at geva okkara eldru livilig kor.

Tey eldru eru eitt tilfeingi

Tey eldru verða ofta rópt "eldrabyrðan" í miðlum, men sannleikin er, at størsti parturin av teim eldru eru frísk og virkin fólk, ið eisini skapa virðir. Tey eru sanniliga ikki bara ein útreiðsla. Fólk í dag liva longri, men við betri heilsu enn nakrantíð. Nógv eldri hava eisini tryggjað seg væl peningaliga. So hóast tey eru eldri, kunnu tey ikki rópast veik. Hetta eigur eldrapolitikkurin eisini at taka atlit at.

Eldraøkið má mennast soleiðs, at dentur verður lagdur á tilboð, sum styrkja tey eldru, soleiðis at tey varðveita heilsuna og orkuna so leingi sum gjørligt. Samstundis mugu tey, sum treingja allarmest, kunna fáa ta hjálp, teimum tørvar. Tað ræður um at taka útgangsstøði í, at hóast nøkur eldri hava brúk fyri eitt sindur av hjálp, so hava tey kortini ofta ávísa orku, ið kann brúkast til at økja um lívsgóðskuna og fyribyrgja sjúku – um so er, at kommunan veitir teimum góðar umstøður til tað.

Hjálp til sjálvhjálp so vítt gjørligt

Ráð og hendur eru ikki til alt. Av tí at kommunan hevur avmarkaðar upphæddir at ráða yvir, mugu pengarnir brúkast so væl sum gjørligt. T.d. kann nýggj tøkni vera við til at gera tey eldru meira sjálvhjálpin og minka um tørvin á hjálp. Góðar heilsu- og røktartænastur tryggja, at fólk kunnu vera búgvandi heima sum longst – herundir heimahjálp, endurvenjing, dagtilboð, eldraíbúðir, mattænastur, reingerðing, fyribyrgjandi heimavitjanir o.s.fr. Hesar tænastur mugu ikki skerjast, tí fyri hvørja av hesum tænastum, sum verður skerd, verður tørvurin á dýrum røktarheims- og sambýlisplássum bara størri.

Eldri, sum av ymiskum ávum eru óhjálpin og hava tørv á medisinskari og aðrari viðgerð í longri tíð, mugu sjálvandi hava trygd fyri, at pláss er fyri teimum á røktarheimum, heldur enn at tey liggja á sjúkrahúsunum. Tað sleptst heldur ikki uttanum, at nøkur eldri gerast minnisveik, harav summi púra broyta persónsmensku. Hesi mugu fáa ta serligu hjálp, teimum tørvar. Fígging má tí vera tøk til at nøkta akutta tørvin, umframt til at styrkja heilsufakliga støðið hjá røktarstarvsfólkum, so tey kunnu taka sær av serliga røktarkrevjandi fólkum á besta hátt.

Samstarv við privata vinnu

Ein møguleiki, sum kann lætta um á summum økjum, er, at kommunan samstarvar við privata vinnulívið, sum eisini kann vera við til at loysa ymiskar uppgávur á eldraøkinum,. Her kann landið tryggja eina lóggavu, sum ger tað lokkandi fyri vinnuna t.d. at byggja íbúðir til eldri og onnur røktarkrevjandi fólk ella t.d. at bjóða ymiskar tænastur til tey. Borgararnir mugu hava rætt til at velja, hvørjar tænastur, tey vilja hava, og frá hvørjum. Privatir tænastuveitarar kunnu t.d. fáa ískoyti frá kommununi í mun til, hvussu nógv teirra tænastur geva teimum eldru hjálp til sjálvhjálp og styrkja evni teirra til eginumsorgan.

Nógv kann gerast, um bara vit raðfesta tað og nýta hugflogið. Gongur tú inn fyri tí eldrapolitikki, sum her er lýstur við fáum orðum, so er at seta krossin við Levi Mørk, javnaðarvallevni á Lista C á kommunuvalinum.