Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stýrisformaðurin hevur onki eftirlit við KvF

Rúni Heinsen, stýrisformaður, avdúkar seg sjálvan, tá hann svarar uppá hvussu klagur um KvF verða avgreiddar: “Tí hevur stýrið tað mannagongd, at KVF, í ávísum føri umvegis advokat, fyrireikar málið, sendir tað síðan til formannin. Formaðurin sendir tilfarið til stýrislimirnar, sum hava høvi at koma við viðmerking

Dan Klein, journalistur, skrivar og greinar: 
Oyggjatíðindir 11. desember 2015:

Tað var á heimasíðuni hjá Sosialinum, at vit funnu hesa yvirskriftina um dagarnar: KVF villleiðir løgtingið. Í greinini kom fram, at stjórin í Kringvarpinum, Dia Midjord, skuldi hava sagt ósatt fyri løgtinginum. Hetta uppáhald verður váttað av Armgarð Arge, sum, hóast hon stendur málinum nær, onki kennir til útsóknina hjá stjóranum, sum, vísir tað seg, hevur fingið so stórt vald, at hann hevur heimild at kanna seg sjálvan, tá kvF verður klagað fyri eitthvørt.

Men lat okkum fyrst stutt koma til villleiðingina hjá KvF-stjóranum, har hann sigur, at ávísir prestar nokta at skriva lestur til Kringvarp Føroya, tí at samsýningin er ov lítil. 

Tað skrivar kringvarpsleiðslan í einum innanhýsis skjali, sum leiðslan tó hevur sent Mentamálaráðnum sum part av einum svarskrivi til broytingarnar í kringvarpslógini. 

Armgarð Arge, sum er samskipari av átrúnaðarligu sendingunum hjá Kringvarpinum, var sambært in.fo, skelkað, tá innihaldið í skrivinum verður endurgivið henni. 

- Hatta er ein lodrøtt lygn. Eg havi sjálv ábyrgd av at ringja til prestar og biða teir gera morgunlesturin og ikki ein tann einasti hevur nakrantíð sagt nei, sigur hon. Hvaðani upplýsingin, um at summir prestar skulu nokta at hava morgunlesturin stavar, veit hon ikki at siga. 

Dia Midjord, kringvarpsstjóri, hevur sent svarskrivið við innanhýsis skjalinum til Mentamálaráðið. Hann er skjótur at vísa á, at innanhýsis skjalið ikki er meint sum eitt hoyringssvar til Mentamálaráðið um spurningin viðvíkjandi broytingunum í kringvarpslógini. 

Dia Midjord váttar tó, eftir at hava kannað málið, at óhepna orðingin um prestarnar er skeiv. 

Dia Midjord heldur fast við, at talan er um eitt innanhýsis skjal. Tó so, skjalið er sent til Mentamálaráðið og limirnir í mentanarnevnd løgtingsins til kunningur, nú teir viðgera broytingar í kringvarpslógini, har ímillum, hvussu játtanin til Kringvarp Føroya skal fáast til vega. 

Men hvat hendir í Kringvarpinum? Har eru nógvir leiðslutrupulleikar, og so at siga einki eftirlit er við stovninum, og tað, sum stovnurin dagliga fekst við.

Tá ið KvF søkti eftir tíðindaleiðara, søkti navnframi verturin á R7, Eivind Jacobsen starvið.

Ikki tí hann hevði væntað sær nakað, men fyri at fáa innlit í mannagongdirnar í slíkari starvssetan. Hann fann skjótt útav, at leiðslan helt seg ikki til fyrisitingarlógina.

Hetta førdi so til, at hann sendi klagu til Stýrið, sum hevur eftirlit við leiðsluni í Kringvarp Føroya.
Men Rúni Heinesen, skelkar ikki bara Eivind Jacobsen. Hann skelkar alt og øll, sum annars hildu, at Stýrið hevði eftirlit við Kringvarpinum, men tað var so ikki veruleikin, tí formaðurin skrivar soleiðis í teldubrævi til Eivind Jacobsen:

KvF kannar seg sjálvt
Biðið verður um innlit í gerðabókini ísv. kæru tína um setan av tíðindaleiðara.

Sum ásett í starvskipanin fyri stýrið verða árliga hildnir 5 regluligir fundir. Tað er javnan at stýrið fær kærur til viðgerðar um fyrisitingarlig mál og hesar royna vit at svara við rímuligum skotbrái. Tí hevur stýrið tað mannagongd, at KVF, í ávísum føri umvegis advokat, fyrireikar málið, sendir tað síðan til formannin. Formaðurin sendir tilfarið til stýrislimirnar, sum hava høvi at koma við viðmerking innan 2-3 dagar ella biðja um at málið verður viðgjørt á næstkomandi fundi, skrivar Rúni Heinesen, formaður í Stýrinum, sum er dagfest, 13. Apríl 2015.

Lat okkum eisini minna á greinar í Oyggjatíðindum, sum viðgjørdu dómarnar í Føroya rætti, og avgerðina um, at KvF skuldi betala bøtur og sakarmálskostnað, hóast journalistarnir vóru dømdir.

Tað eigur at vera alment kent, at var hetta í lagi, so átti stovnurin at verið stevndur og dømdur, men tá tað eru journalistarnir, sum eru dømdir persónligar dómar, kann arbeiðsgevarin ongantíð ábyrgdast fyri at betala sakarmálskostnað, bøtur og hvat annars journalistar kunnu verða dømdir fyri.

Í sakarmálinum millum Jørgen og jorunalistarnar, hevur stýrið fyri kvF, og Mentamálaráðið ta fatan, at Kringvarpinum er heimilað, at betala fyri journalistarnar.

Men, sum ein kendur advokatur segði, at teksturin í lógini er bara fyri at verja tann ærumeidda. T.v.s., at hava almennir journalistar ikki pengar at betala við, so kann farast eftir arbeiðsgevaranum. Tað er ikki umvent. 

Nú er tað sostatt váttað, at onki eftirlit er við KvF:

Og, ja, uppsss...

Kringvarpið kannar seg sjálvt.