Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stýrið í Kommunufelagnum hevur skipað seg

Á fundi fríggjadagin, skipaði nývalda stýrið í Kommunufelagnum seg. Stýrið skipaði seg við Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavn sum formanni og við Torbjørn Jacobsen, borgarstjóra í Runavíkar kommunu sum næstformanni.

Í nývalda stýrinum sita hesi 13 umboð:
• Heðin Mortensen, Tórshavnar kommuna, formaður
• Tórbjørn Jacobsen, Runavíkar kommuna, næstformaður
• Karl H. Johansen, Klaksvíkar kommuna
• Per Martin Gregersen, Eysturkommuna
• Bjarni Prior, Vága kommuna
• Davur Juul, Fuglafjarðar kommuna.
• Jógvan Kruse, Sunda kommuna
• Kristin Michelsen, Tvøroyrar kommuna
• Bjarni Johansen, Vágs kommuna
• Pauli T. Petersen, Vestmanna kommuna
• Jóanis Lisberg, Fámjins kommuna
• Súni í Hjøllum, Nes kommuna
• Heri Sverrason, Sands kommuna

Nývalda stýrið hevur longu sín fyrsta regluliga fund komandi fríggjadagin, 15. januar.

Kommunufelagið