Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Erik Sigsgaard hevur skrivað fleiri bøkur um børn, barnauppæling og námsfrøði, og tær brukti hann eisini í sínum fyrilestri.

Stúgvandi fult av fólki

Fleiri enn 300 limir hjá Føroya Pedagogfelag leitaðu sær í Læraraskúlahøllina týskvøldið at lurta eftir kenda danska barnagranskaranum Erik Sigsgaard. Og tey fingu tað, tey komu eftir. Eisini í Suðuroy kundu tey fylgja við.

Hann er fakliga vældokumenteraður, beinrakin og stuttligur. Jú, danski barnagranskarin Erik Sigsgaard er enn, hóast 75 ára gamal, eins eldhugaður, og hann altíð hevur verið, tá hann tosar um børn, barnauppaling og tí ofta størstu forðingini fyri, at hon eydnast væl: okkum vaksnu.

Í gjárkvøldið rúnarbant Erik Sigsgaard fleiri enn 300 limir hjá Føroya Pedagogfelag, tá hann helt fyrilestur í auluni á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, sum nú er formliga navnið á Læraraskúlahøllini. Tiltakið varð stroymað til Suðuroyar, so námsfrøðingarnir har eisini fingu tiltakið við.

Evnið á hesum temakvøldinum var “Barnauppaling – at hava børnini við”, og við hópum av dømum og søgum, ofta við sær sjálvum í leiklutinum sum hin klossuti vaksni, staðfesti Erik Sigsgaard enn einaferð týdningin av at taka børnini í álvara. Hann fekk lýst, hví tað er skeivt altíð at greipa hugtøkini læring og spæl í staðin fyri bara at lata børnini spæla, tí tá kemur læringin av sær sjálvum. Hann fekk eisini enn einaferð víst á, hví tað er óneyðugt og skaðiligt at skelda, og hann vinglaði ongantíð í argumentasjónini, tá hann gav skúlunum og skúlifiseringini av tí tradisjonella námsfrøðiliga arbeiðnum av grovfíluni.

Ein samrøða við Erik Sigsgaard verður her á heimasíðuni í næstum, og til tá kunnu vit lata høvuðsboðskap hansara til dagsins námsfrøðingar á dagstovnaøkinum standa eina løtu:

“Verið faklig og professionell í tykkara arbeiði, men verið samstundis vanlig, vaksin menniskju, tí teimum møta børnini alt ov sjáldan í dag”.