Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stuðulstiltak: Hjartaskerandi filmurin Oyðimarkarblóma

Týskvøldið 29. januar klokkan 19.30 verður hjartaskerandi filmurin Oyðimarkarblóma sýndur í Løkshøll. Filmurin er bygdur á bestseljaran Desert Flower, sum er um kendu somalisku fotomodellina, Dirie Waris.

Dirie Waris slapp ikki sjálv at velja sær mann, men varð dømd at liva eitt lív, har maðurin átti og ráddi yvir henni. Hevði tað so av illum verið ein ungur vakur maður - nei, ein gamlan og tannleysan mann valdi pápi hennara henni.

Stutt um Dirie Waris:

• Umskorin sum fimm ára gomul

• 13 ára gomul trúlovað gomlum manni

• Dømd at giftast til eitt lív, hon ikki sjálv hevði valt

Men Dirie Waris var ein djørv genta. Hon visti, at skuldi hon sleppa undan at giftast gamla manninum, hevði hon bara eitt at gera, og tað var at flýggja.

Kom og síggj hjartaskerandi lívssøguna um djørvu gentuna og ótrúligu ferð hennara gjøgnum somalisku oyðimørkina.

Nýggj biografútgerð

Løkshøll hevur fingið nýggja framkomna biografútgerð. Skíggin, sum fyri fyrstu ferð verður tikin í brúk til hetta stuðulstiltakið, er tann størsti í Føroyum.

Nútímans vørpa og eitt risa lørift er keypt og nýggja tøknin ger, at sjálvt um myndin er frá lofti til gólv og frá veggi í vegg, er myndin sera klár og góð. Eisini er surround anlegg sett upp, so ljóðupplivilsið er av tí besta.

Atgongumerkið kostar 100 krónur og peningurin fer til hjálpararbeiðið hjá ABC barnahjálp.

Atgongumerki kunnu bíleggjast á heimasíðuni hjá Løkshøll: www.loksholl.fo