
Stuðulsrenning av Vaglinum í Havn norð til Klaksvíkar!
Tað gekk væl við stuðulsrenningini hjá Jonhard og Pól í gjáramorgun. Teinurin var 77 kom og teir og fylgið var á middegi í gjár komið á Skálafjørð og teir eru nakað framman fyri tíðarætlanina, varð sagt frá kl: 12:03 í gjár!
Klokkan 5 í gjáramorgun vóru nógv fólk møtt upp niðri á Vaglinum í Havn fyri at heilsa Jonhardi og Pól góðan túr til Klaksvíkar Í stuðulsrenning til frama fyri Alzheimerfelagið. Borgarstjórin Annika Olsen og maður hennara vóru eisini møtt - umframt rennarar frá Bragdinum og aðrir rennarar.
Nakrar rynkur vóru eisini møttar at geva teimum ein góðan start.
Malan Mohr, forkvinna í Alzheimerfelagnum fegnaðist og ynskti vegna Alzheimerfelagið Jonhardi & Co. góðan túr til Klaksvíkar.
Tað bar til at fylgja renningini beinleiðis á Facebook á vangamyndini hjá Vera Larsen.
Fólk kundu stuðla og fylgja rennarunum eitt strekkið, tíðirnar sóu soleiðis út:
58,0 km Skipaneskrossur kl. 11:51
59,3 km Gøtueið kl. 12:02
61,1 km Frákoyring, Syðrugøta kl. 12:16
67,3 km Bygdaskelti, Leirvík kl. 13:00
74,5 km Norðoyatunnilin kl. 13:52
77,0 km Sambýlið á Heygum kl. 14:10
Móttøka var við Sambýlið á Heygum, tá rennararnir koma á mál.