Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Týskvøldið, 14. august kl. 20, verður stuðulskonsert við Lív Hansen og Luis Berra í bio-salinum í bygdahúsinum á Strondum. Atgongumerkir til konsertina kosta 100 kr, og allur peningurin, sum kemur inn hetta kvøldið, fer til Krabbameinsfelagið.

Stuðulskonsert við Lív Hansen og Luis Berra á Strondum

Stuðulskonsert við Lív Hansen og Luis Berra á Strondum 
 
Týskvøldið, 14. august kl. 20, verður stuðulskonsert við Lív Hansen og Luis Berra í bio-salinum í bygdahúsinum á Strondum.

Lív og Luis møttust á Reinsarínum, har Lív við bólki framførdi nøkur løg seinasta mikukvøld. Luis Berra er ein sera kendur klaverspælari úr Italia. Hann býr í Týsklandi og arbeiðir burturav við at undirvísa og framføra tónleik. Aftaná konsertina kom Luis at práta við Lív, og endin varð, at tey bæði framførdu eitt lag saman. 

Hetta var tó ikki endin á teirra samarbeiði, tí nú fara tey at spæla eina stuðulskonsert á Strondum týskvøldið, til frama fyri Krabbameinsfelagið.

Atgongumerkir til konsertina kosta 100 kr, og allur peningurin, sum kemur inn hetta kvøldið, fer til Krabbameinsfelagið.


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=LKp9P8Zn3lc]