Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Spyr.fo og Krabbameinsfelagið hava endurnýggjað stuðulsavtaluna, sum varð gjørd fyri góðum ári síðani.
Spyr.fo og Krabbameinsfelagið hava endurnýggjað stuðulsavtaluna, sum varð gjørd fyri góðum ári síðani. Stuðulin fer til gransking og upplýsing um prostata- og bróstkrabba, sum eru størstu sjúklingabólkar hjá monnum og kvinnum.

 Spyr.fo er skjótur, ómakaleysur og ókeypis stuðulsmøguleiki, har fólk stuðla við at svara skjótum spurnarkanningum á fartelefonini. Afturfyri letur tann, ið ger kanningina, eina upphædd til Krabbameinsfelagið.

 Ynskja fólk á henda hátt gera mun, er tað einasta sum krevst, at tey hava eina snildfon og skráseta seg á spyr.fo. Tá ið ein hevur skrásett seg, fær viðkomand av og á eini sms-boð við smáum spurnarkanningum, sum verða svaraðar beinleiðis á fartelefonini. Kanningarnar taka einans 1-2 minuttir at svara. Hvørja ferð ein luttakari svarar, letur tann sum ger kanningina 4 kr til Krabbameinsfelagið. Hetta ljóðar kanska ikki av nógvum, men tá ið 300-400 fólk svara hvørji kanning, verður hetta skjótt til ein munandi stuðul til Krabbameinsfelagið. 

 "Í Krabbameinsfelagnum eru vit sera fegin um samstarvið, sum higartil hevur veitt okkum 79.720 krónur í stuðli, og tí vilja vit heita á enn fleiri føroyingar at taka undir við hesum møguleika og skráseta seg á spyr.fo," sigur Durita Tausen, formaður í Krabbameinsfelagnum. "Eisini heita vit á tey, sum longu hava skrásett seg, at svara so ofta sum til ber, tá ið tey verða spurd og á tann hátt vera við til at stuðla stríðnum móti krabba”.

Higartil eru umleið 3.700 føroyingar eldri enn 15 ár skrásettir hjá Spyr.fo.