Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stuðul úr Føroyum hjálpir neyðstøddum flóttafólkum í Libya

Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur latið Dansk Flygtningehjælp 1 mió. krónur í stuðli til neyðhjálpararbeiði í Libya. Peningurin fíggjar eina størri verkætlan kring Tripoli, sum hevur til endamáls at veita flóttafólkum neyðsynjarvørur og trygd. 

Syndarligu bátsvanlukkurnar í Miðjarðarhavinum, sum vit javnan frætta um, koma av stórum vónloysi og ótta millum flóttafólk, sum rýma til Libya undan ógvusligum ræðuleikum millum annað í Sýria og Eritrea. 

Umstøðurnar í Libya eru tó alt annað enn tryggar, og støðan rekur fleiri og fleiri desparat fólk út á vandafulla ferð tvørtur um hav í ivasomum smábátum. Hetta gera vit nú nakað við, sigur landsstýrismaður í heilsumálum, Karsten Hansen.

Libya er eitt land í sori, og borgarakríggið herðist hvønn dag. Kortini leita fleiri hundraðtúsund flóttafólk til norðurafrikanska landið undan enn størri stríðum, fátækradømi og yvirgangi í Sýria, Eritrea og øðrum afrikonskum londum.

Fyri tey flestu er Libya tó bert enn ein steðgistøð á einari langari ferð við torturi, ágangi og misnýtslu. Nýggj frágreiðing frá Amnesty International staðfestir, at flóttafólkini liva undir ómenniskjaligum korum, har neyðtøkur og mannarán er gerandisdagur.

Støðan er so vónleys fyri mong, at tey seta lívið í váða við at fara um Miðjararhavið í leitan eftir tryggleika. Tað verður mett, at umleið 170.000 fólk royndu at koma yvirum Miðjararhavið í báti í 2014, og talið verður helst hægri í ár. Tey flestu av hesum sigldu við bátum úr Libya.

Í juni mánað lat landsstýrismaðurin í heilsumálum Dansk Flygtningehjælp 1 mió. krónur í stuðli til neyðhjálpararbeiði í Libya. Peningurin fer til eina størri verkætlan í og kring høvuðsstaðin Tripoli. Endamálið við verkætlanini er at veita flóttafólkum neyðsynjarvørur og trygd. Við at bøta um umstøðurnar hjá flóttafólkunum í Libya er vónin at fyribyrgja, at tey royna vandafullu ferðina tvørtur um hav til Evropa.

- Vit eru ótrúliga fegin um hjálpina úr Føroyum. Tað vísir víðskygni, at tað føroyska fólkið tekur ábyrgd í altjóða samfelagnum – ikki minst í dag, nú altjóða flóttafólkakreppan er hin ringasta síðani annan heimsbardaga, sigur aðalskrivarin í Dansk Flygtningehjælp, Andreas Kamm í viðmerking.

Kelda: Heilsumálaráðið