Stuðul til skattalætta
Passar tað, at tann stuðul, Danmørk letur til Føroya, verður nýttur til skattalætta í Føroyum?
Hetta má sjálvandi kannast, og tann sum vil síggja hvussu veruleikin er, kann kaga í bókina Eikirøtur, sum er send í hvørt hús í Føroyum. Har stendur á blaðsíðu 221 eitt yvirlit yvir hvussu støðan var í so máta árini 1962-76, og lítil orsøk er til at halda at stórvegis broytingar eru farnar fram síðani.
Har verður víst á, at í hesum árum var okkara bruttufaktorinntøka 10.574 milliónir krónur. Av henni vóru 2.316 milliónur goldnar í skatt, og hetta vil siga at skattatrýstið í Føroyum var 21,9%. Somu ár guldu danir okkum 1.375 milliónir krónur í stuðli, ikki bert til tað sum vit nú fáa við blokkinum, men eisini til sjóverju og NATO-støðina. Skuldu vit goldið hesar útreiðslur, hevði okkara skattatrýst vaksið úr 21,9 upp í 35%.
Í sama tíðarskeiði høvdu danir eitt skattatrýst upp á 39,2%. Høvdu vit verið innlimaði í Danmørk og havt donsku inntøkulógirnar galdandi her, hevði skattatrýstið tí verið 4,2% hægri enn tað hevði verið um vit skuldu gjalda allar donsku útreiðslurnar av Føroyum.
Spurningurin er so, hvør tað er sum sleppur undan at gjalda skattin.
Ein sera áhugaverd kanning frá somu árum vísti, at skattatrýstið í Føroyum var hægst á teimum lægstu inntøkunum, og har var tað tyngri enn í Danmørk. So hvør komið var longur upp á inntøkustigan, minkaði munurin, og hvarv at enda heilt. Var farið longur upp, var skattatrýstið lægri enn á samsvarandi inntøkum í Danmørk.
Hetta vil siga, at danski stuðulin til Føroya ikki kemur teimum lágu inntøkunum til góða, men at tað eru tey við høgum inntøkum, sum innkassera stuðulin við kassa eitt.
Zakarias Wang