
Stuðul til skaðaraktu viðarlundirnar
Innlendismálaráðið umsitur eina játtan á 250 túsund kr., hvørs endamál er at stuðla viðarvøkstri.
Innlendismálaráðið hevur seinastu árini stuðlað fleiri góðum verkætlanum, men í ár hevur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í umhvørvismálum, gjørt av, at stuðulin verður latin landsskógarvørðinum til at bøta og endurreisa viðarlundirnar kring landið, sum fingu stóran skaða í herviligu ódnunum í 2011.