
Stuðul til sharialóggávu
Nú er krútroykurin um at reka burtur í Libya. Har hava flokkarnir hjá Edmund og Sjúrða verið í kríggi, og hvør vann so?
Sigurharrarnir boða nú frá, at muslimska sharialóggávan skal setast í verk í Libya.
Hesum kann eingin forða teimum í, tí danska stjórnin hevur ongar treytir sett fyri at fara upp í kríggið. Tað er bara nógv fyri at eitt ikki-muslimskt land skal leggja uppí eitt innlendiskríggj fyri at fáa slíka lóggávu setta í verk.
Men hetta er kanska tað sum Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin standa fyri?
Zakarias Wang