Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stuðul til almannagagnligar íløgur

Íløgur í ítróttaranlegg, skótahús, samkomuhús, mentanarhús, fornminni og annað, har stórur partur av arbeiðinum er sjálvboðið og ólønt, fara eftir nýggjár at verða frítiknar fyri meirvirðisgjald (25%). 

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur lagt uppskot fyri Løgtingið, sum leingir freistina fyri at fáa endurrindað meirvirðisgjald av íløgum í almannagagnligt frítíðar­virksemi. 

"Kring alt landið er ovurstórt almannagagnligt virksemi, og gera fólk eitt stórt sjálv­boðið arbeiði, ið skapar trivnað og ger tað enn betri at búgva í Føroyum. Tað er týðandi at eisini landið ger sítt til, at tær íløgur, ið gjørdar verða, fyri at gera nógva virk­semið møguligt, ikki gerast óneyðuga dýrar. Hetta verður gjørt við, at undantaka hesar fyri meirvirðisgjald á 25%." sigur Kristina Háfoss landsstýriskvinna í fíggjar­málum.

Treytin fyri at fáa meirvirðisgjaldið endurgoldið er, at í minsta lagi ein triðingur av fíggingini av íløguni er fingin til vega sum gáva ella við óløntum og sjálvbodnum arbeiði. Henda ásetingin um meirvirðisgjaldsfrítøku fer úr gildi við árslok, men landsstýrið og samgongan mæla til, at leingja freistina til 31. desember 2019.

Kristina Háfoss, leggur afturat: “Henda frítøkan fyri meirvirðisgjald hevur stóran týdning fyri framhaldandi útbygging av almannagagnligum íløgum, og hevur ikki minst stóran týdning fyri at fáa framt tær íløgur, ið verða ynsktar í sambandi við, at fáa Oyggjaleikirnar aftur til Føroya í nærmastu framtíð”.