Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Við á myndini frá vinstru: Annika Olsen, borgarstjóri, Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari í KMF, Ann-Mari av Skarðið og Ann Thomsen frá Bragdinum

Stuðul frá Bragdinum til Krabbameinsfelagið

Bragdið skipaði tann 7. juni við stuðli frá Tórshavnar kommunu fyri tiltakinum “Føroyar Renna”. Tað var ókeypis at luttaka, men luttakarar og onnur kundu eftir hugi og førimuni lata nakrar krónur, sum Bragdið síðan lat Krabbameinsfelagnum.

Inn komu ikki færri enn 22.250 krónur, sum tær báðar Ann Thomsen og Ann-Mari av Skarði frá Bragdinum í dag handaðu Jansy Gaardlykke, sum er dagligur leiðari í Krabbameinsfelagnum. Annika Olsen, borgarstjóri, sum eisini er íðin rennari, var hjástødd. 

Jansy Gaardlykke er fegin um stuðulin og sigur, at peningurin kemur sera væl við. Upphæddin er ikki markað til nakað ávíst tiltak, men fer til fleiri av teimum mongu hjálpartiltøkunum, sum felagið skipar fyri innan stuðul, ráðgeving og hjálparbólkar. 

Við á myndini frá vinstru: Annika Olsen, borgarstjóri, Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari í KMF, Ann-Mari av Skarðið og Ann Thomsen frá Bragdinum