Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stuðlið børnum við krabba

Árligi galladøgurðin hjá Team Rynkeby Føroyar verður á Hotel Føroyum leygarkvøldið 13. februar 2016 kl. 19.00

Stóra stuðulstiltakið á Hotel Føroyum nærkast av álvara. Galladøgurðin verður leygarkvøldið 13. februar 2016 kl. 19.00 á Hotel Føroyum. Vælvildin kennir eingi mørk, og nú eru tvey tónlistainnsløg afturat komin á skrá, so tey vera átta, umframt kendan dugnaligan og hugnaligan borðstjóra (Rudolf Joensen). 

Afturat Peturi Háberg, Bollunum, Kristinu Bærendsen, Signari í Homrum, Guðruni Sólju Jacobsen og Døgg Nónsgjógv fara Tórshavnar Manskór og Hallur Joensen eisini at undirhalda. Og so er ikki at gloyma 1. floks matskránna við fýra rættum og drykkivørum afturvið. Bilettir kunnu keypast á www.hotelforoyar.fo