Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stuðla vinnuligu átøkunum á Tvøroyri

YVIRLÝSING í sambandi við ætlaðu útbyggingina hjá Varðin Pelagic á Tvøroyri.

Vit skulu við hesum lýsa okkara fulla stuðul til tey, sum hava tikið stig til at skapa økt virksemi á Tvøroyri.

Fyri trivnaðin í Suðuroynni er tað umráðandi, at skaptir verða karmar fyri øktum vinnuligum virksemi, sum kann skapa arbeiði til so nógvar vinnuførar hendur sum til ber.

Vit viðurkenna tey atlit, sum eiga at verða tikin til fornminni okkara, men tað eigur at bera til at samskipa verndina av hesum fornminnum og tær verkætlanir, sum eru alneyðugar fyri aftur at skapa framburð í Suðuroynni, og nú frættist, at friðingarmyndugleikarnir ætla at friða stóran part av havnalagnum, so halda vit at hetta er eitt inntriv, sum fer at seta heilt óneyðugar forðingar fyri menningini av Suðuroynni.

Vit vilja heita á myndugleikar okkara at medvirka til, at ein loysn verður funnin á tí støðu, sum nú er íkomin, tí tað vil vera ein vanlukka fyri oynna og tey fólk, sum her búgva, um grundarlagið verður tikið undan tí virksemi, sum í fjør byrjaði á Tvøroyri.

Føroya Arbeiðarafelag

Arbeiðsmannafelagið Fylking

Fiskepigernes Fagforening