Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stuðla føroyskum bátasmíði

Á tingfundi 16.desember legði Bjørn Kalsø, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin lógaruppskot fyri Tingið, sum hevur til endamáls at stuðla aldagamla handverkinum bátasmíði.

Skotið verður upp at sleppa sølu av føroyskum bátum og umvælingum undan at rinda meirvirðisgjald (MVG).

Bjørn Kalsø, sigur at nógvir føroyskir bátar tíbetur eru varðveittir, men at verri stendur til við bátasmíði, tí hóast dugnaligir bátasmiðir framvegis eru, so verða fáir bátar bygdir og eingir lærlingar verða settir við. Tí er vandi fyri, at aldagamla handverkið hvørvur, um einki verður gjørt.

Hann leggur afturat, at uppskotið um at sleppa bátasmíði undan at rinda MVG er eitt stig á leiðini at stuðla føroyskum bátasmíði. Uppskotið er tí tað fyrsta í eini røð av uppskotum, sum tingmaðurin hevur í hyggju at leggja fyri Tingið til tess bøta um umstøðurnar hjá bátasmiðum og teimum, sum hava ætlanir um at útvega sær ein opnan føroyskan træbát.

Lógaruppskotið 52/2015 er at finna á heimasíðuni hjá løgtinginum www.logting.fo

Sambandsflokkurin