Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stuðla bróstunum

Í oktobermánað varpar Bót til Bata hjá Krabbameinsfelagnum ljós á bróstkrabba. Í hesum sambandið er høvi at ogna sær eitt "stuðla bróstunum" armband  . Armbandi er gjørt úr leðrið og silvur og á plátuni stendur "Stuðla bróstunum". Turið Mohr sniðgevi hevur gjørt armbandið.

Smúkkurnar fáast til keyps í kioskini á Landssjúkrahúsinum, Body Shop og á Tjaldurs Apotekið í Havn. 

Tú kann eisini keypa armbandið á heimasíðuni hjá Krabbameinsfelagnum á leinkjuni http://www.krabbamein.fo/Default.aspx?ID=39&GroupID=GROUP4, so fært tú armbandið sendandi við postinum.

Peningurin, ið kemur inn fer óskerdur til gransking í bróstkrabba og til arbeiði í Bót til bata. Bólkurin Bót til Bata er ein sjálvhjálparbólkur hjá Krabbameinsfelagnum, og er fyri kvinnur, ið hava ella hava havt krabbamein í bróstinum. Endamálið hjá bólkinum er at ráðgeva og stuðla kvinnum, sum fáa staðfest bróstkrabba.