Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mynd av teimum báðum, sum stilla upp til formansvalið í Starvsmannafelagnum, frá vinstru Niels á Reynatúgvu og Súni Selfoss

Stríðsval í Starvsmannafelagnum

Tveir royndir fakfelagsmenn stilla upp til formansvalið í Starvsmannafelagnum, sum verður á aðalfundinum í mars. Talan er um Niels á Reynatúgvu og Súna Selfoss, sum báðir hava sitið í nevndini í Starvsmannafelagnum í fleiri ár

Á aðalfundinum hjá Starvsmannafelagnum, sum verður 5. mars, skulu limirnir velja nýggjan formann fyri Selmu Ellingsgaard, sum herfyri boðaði frá, at hon gevst sum forkvinna eftir átta ár í formanssessinum.

Tá freistin at stilla upp valevni til formansvalið var úti á miðnátt fríggjakvøldið 15. januar, vóru tvey uppskot komin inn til nýggjan formann. Sostatt er greitt, at stríðsval verður um formanssessin í Starvsmannafelagnum.

Teir báðir, sum eru í uppskoti at verða nýggjur formaður í Starvsmannafelagnum, hava fleiri ára royndir í fakfelagsarbeiði.

Súni Selfoss er 51 ára gamal og starvast dagliga sum savnsvørður í Kringvarpi Føroya.

Súni er ættaður og búsitandi í Sørvági. Hann hevur sitið í nevndini í Starvsmannafelagnum tíðarskeiðið 2000 til 2006 og aftur frá 2007 til dagin í dag. Síðani 2008 hevur hann verið næstformaður í felagnum.

Niels á Reynatúgvu er 40 ára gamal og arbeiðir sum tøknifrøðingur hjá FT Neti í Føroya Tele.

Niels er ættaður av Sandi og býr á Signabø. Hann hevur sitið í nevndini hjá Starvsmannafelagnum síðani 2006.

Formaðurin í Starvsmannafelagnum verður valdur fyri fýra ár í senn.  Formansvalið er á aðalfundinum 5. mars, sum hesaferð verður hildin í Norðurlandahúsinum.