![](/myndir/myndin-16785_r_705_0.jpg)
Streymmátarar lagdir út
Í farnu viku fór Magnus Heinason út til hydrografikanningar og at leggja fortoyingar út.
Vegna veður byrjaði túrurin ikki fyrr enn fríggjadag, og leiðin gekk fyrst út á Fugloyartunguna, har ein botnramma og ein fortoying blivu løgd út. Harumframt blivu tríggjar fortoyingar og ein botnhitaramma lagdar út norðanfyri, og ein fortoying og ein botnhitaramma blivu løgd út í Bankarennuni.
Fortoyingar hava allar streymmátarar og aðra mátiútgerð á sær. Endamálið við at leggja hesa útgerð út, er at máta rákið í Føroyastreyminum, og hvussu stórur partur av streyminum fer inn í Hetlandsrennuna, eins og at máta tað djúpa rákið í Bankarennuni.
Á túrinum blivu eisini tveir hydrografiskir skurðir tiknir: Av Rygginum og inn móti Mykinesi, og miðskeiðis úr Hetlandsrennuni og inn móti Munkagrunninum. Ætlanin var at taka ein skurð afturat, men vegna vánaligt veður bæði í síðstu viku og fyrst í hesi vikuni, so blivu ikki stundir og líkindir til tess.
Hesin túrur er partur av verkætlanini FARMON II, sum er framhald av FARMON-verkætlanini: http://www.hav.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=7&Itemid=111/#zoo_lg Havstovan stendur fyri hesum verkætlanum við fígging frá Energistyrelsen í Danmark.
Les alla túrfrágreiðingina her: http://www.hav.fo/PDF/Turar/2018/FRAG1828.pdf