Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stremba áhaldandi eftir tryggari ferðslu

Dan Klein --- 04.09.2018 - 06:51

ÁRSFRÁGREIÐING: Landsverk arbeiðir áhaldandi við at gera føroyska landsvegakervið tryggari. Betri uppmerking, rumlifoyrur, týðilig skelting og strikur á vegunum skulu millum annað bøta um trygdina hjá teimum ferðandi. Nýggjastu ferðsluhagtølini vísa eisini, at talið á skrásettum ferðsluvanlukkum er minkað seinastu árini.

Ferðsluhagtøl seinastu tjúgu árini vísa, at talið á skrásettum ferðsluóhappum er minkandi. Í 2015 var tó aftur ein vøkstur, meðan talið aftur minkaði í 2016 og 2017. Hetta sæst í nýggjastu ársfrágreiðingini hjá Landsverki, sum kom út fyrr í ár.

Tá hugt verður eftir ferðsluóhappum við fólkaskaða og deyða er talið vaksið nakað aftur í fjør í mun til árið frammanundan.

Talið á deyðum í føroysku ferðsluni liggur um 2-3 fólk um árið. Hetta er væl meira enn í grannalondunum samanborið við fólkatalið. Meðan hini londini liggja um 3-4 deyð fyri hvørja 100.000 íbúgvar, vildi talið á deyðum í Føroyum verið 4-6 fólk, ella umleið ein triðing hægri. 

Telja akfør og máta ferð
Fyri at lýsa ferðsluna so neyvt, sum til ber, verða ferðsluteljingar og ferðmátingar gjørdar á landsvegunum. Landsverk hevur á høvuðsvegakervinum fastar teljustøðir, sum skráseta ferðsluna og ferðina hjá akførunum allar dagar í árinum, og arbeitt verður við at fáa sett upp enn fleiri ferðsluteljarar.

Teir flestu teljararnir hjá Landsverki liggja á høvuðslandsvegakervinum, men arbeitt verður við at leggja teljarar út á teir smærru vegirnar, har ferðslan nú eisini økist nógv í sambandi við vaksandi ferðafólkatalið. Í januar 2018 var til dømis settur upp ein ferðsluteljari á Saksunarvegnum fyri at síggja, hvussu økta ferðslan til Saksunar ávirkar vegin har.

Ferðslan veksur skjótt. Í tíðarskeiðinum 2012 til 2017 er hon á Kaldbaksvegnum vaksin við 24 prosentum. Sama tíðarskeið er ferðslan um Gøtueiði eisini vaksin við heili 30 prosentum, og hetta er eisini galdandi fyri teinin til og frá flogvøllinum.

Alt bendir á, at ein orsøk til øktu ferðsluna er vøksturin í tali av ferðafólkum, sum leita sær hendanvegin, tí tað er serliga um summarið, at ferðslan økist munandi.

Ársfrágreiðingin hjá Landsverki fyri 2017-18 kann takast niður HERhttp://www.landsverk.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiles%2fUtgavur%2fArsfragreiding_2017_18_Landsverk_sjeyti.pdf