Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Strandfaraskip Landsins varðveitir túratal og prísstøði

Samgongan viðurkennir tørvin á at hava ein nøktandi ferðafólkaflutning. Tí er Strandfaraskip Landsins uppraðfest í mun til karmarnar, sum lýst í Búskaparfrágreiðing 1.

Upprunaliga var ætlanin at tillaga ferðaseðlaprísin og túratalið um Suðuroyarfjørð til at leggja upp fyri sparingum. Hesar sparingar vera nú av ongum. Sostatt verða bæði túratal og ferðaseðlaprísur á sama støði.

-Tað er av alstórum týdningi, at fólk kunnu ferðast til og úr Suðuroynni á nøktandi hátt. Smyril er ein grundleggandi liður í at gera tað møguligt hjá vinnuni at klára seg. Harafturat gevur eitt vælvirkandi ferðasamband suðuroyingum møguleika fyri at luttaka og vera virkin í føroyska samfelagnum. Hetta er partur av at gera tað liviligt at búgva í Suðuroynni, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.

Umframt at Suðuroyarleiðin er uppraðfest, er eykajáttan farin niðan í Løgtingið til tess at keypa skip til Skúvoyarleiðina. Biðið er um 3. mió. kr. í 2013 at keypa skip fyri. Harumframt eru 3,5. mió. kr. settar av í 2014 til at dagføra og umvæla skipið.