Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Strandarlandasemja um svartkjaft undirskrivað

Strandarlondini Føroyar, Ísland, Noreg og ES eru undir samráðingunum í London í dag vorðin samd um at áseta heildarkvotuna av svartkjafti fyri 2013 til 619.000 tons. Kvotan, sum strandarlondini býta teirra millum, verður 591.825 tons. Restin av kvotuni er sett av til altjóða sjógv, har serstakliga Russland hevur søgulig áhugamál at vísa á. Russland luttók á fundinum sum eygleiðari.

Avgerðin um at áseta heildarkvotuna til 619.000 tons, er grundað á semjuna millum strandarlondini frá 2008 um langtíðar umsiting av svartkjaftastovninum. Talan er um eina munandi hækking í heildarkvotuni samanborið við 2012, tá ásetta heildarkvotan var 391.000 tons.

Sum ein liður í avtaluni fyri 2013 eru londini eisini komin ásamt um at senda ICES fleiri fyrispurningar til ta eftirmeting av avtaluni um langtíðar umsiting av svartkjaftastovninum frá 2008, sum londini á sumri 2012 samdust um at senda ICES. Sambært avtaluni millum strandarlondini frá 2005 er føroyski parturin av ásettu strandarlandakvotuni 26,125 % svarandi til 154.614 tons í 2013. Føroyar hava í sínámillum samráðingunum við Russland latið Russlandi 75.000 tons av føroysku svartkjaftakvotuni.