Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Strámenn, skattaspekulantar, mvg-slúkar og skattaskjólsnýtarar hava einki at óttast fyri, tí teir eru friðaðir

Mong eru vitandi um strámenn, ið oysa havsins og fólksins ríkidømi í egnar og útlendskar kapitalistalummar. Men ongin ger nakað við tað. Órætturin hvílir á vina- og kenningapolitik. Og Palleba, Marsanna og børn teirra gjalda prísin.

!0 – tals mill. kr. verða ikki uppgivnar til skattingar og verða tí ikki skattaðar. Skattaeftirstøðurnar vaksa og stórar upphæddir verða eftir øllum at døma sendar í skattaskjól. Danir senda 100 mia. árliga í skattaskjól, og tá vit eru 100 ferðir færri enn teir, so svarar tað til, at føroyingar senda uml. 1 mia. kr. um árið sama stað. Hetta má takast við fyrivarni, tí mær vitandi kannar eingin málið, sum annars kundi skaffa upp til fleiri 100-tals mill. kr. til landshúsarhaldið.

Nógvar mill. kr. í mvg verða strikaðar á hvørjum ári. Peningur, ið er goldin til privatpersónar at lata landinum, verða sostatt ongantíð fluttir. Nakrir landsstýrismenn kenna sjálvandi alt til sirkussið, tí teir hava sjálvir luttikið í tí. Parisarahjólið koyrir og gyklararnir vísa teirra kynstur, meðan Palleba, Marsanna og børn teirra bróta síðsta breyðið.

Við kostnaðinum - eisini fyri flatskattin - snýr hetta seg væl saktans í minsta lagi um einar 700 – 800 mill. kr., sum landi hevði kunnað havt meira um árið at gjørt væl við, um samgongum vildi øllum væl – eisini Palleba, Marsannu og børnum teirra – og ikki bert teimum vælhavandi, ið hava meira enn nokk frammanundan, men sum aldrin mettast.

Og bússurnar hjá: Í menniskjum góður tokki - høvdu kunnað verið fullar alt árið - um neyðugt - til stórt vælsignilsi fyri tey 'smáu' í samfelagnum, sum geykaungarnir varpað út úr reiðrunum, meðan tey skríggja: Til Helvitis við fátækramarkinum, okkum nýtist onki fátækramark!!!.

Ókristiligur sjónleikarapolitikkur frá teimum kristiligu og asosialt høgrapolitiskt sambandsdukkuspæl við sosialum lótum saman við høgraharkaliðnum er mær - og alt fleiri - ein andstyggiligur hurlivasi, ið bert kúgar tey minstu og annars einans fremur órættvísi, omaná órættvísi , omaná órættvísi.

Umrøddi peningurin eigur á fult lógligan hátt at verað inndrigin og at verða nýttur til tey, ið treingja mest. Og sjálvt eftir, at øll tey treingjandi hava fingið, so teirra tørvur er dekkaður og ríkiliga tað, so vil heilt nógv verða eftir til annað so sum heilsu- og skúlaverkið, til ítróttarvirksemi, mentan og list bert fyri at nevna nøkur fá dømi.

Men enn einaferð kunnu vit sláa fast, at um nøkur hava ov lítið, so er tað ikki tí, at ov lítið er til, men tí, at órættvíst er býtt. Og býtinum standa Høgrafólkini fyri. Við teimum letst øll vón úti, so sum sigst standa yvir inngongdini til tað Ónda stað. Orðið rættvísi hevur ongantíð eksisterað í teirra orðabókum. Og teir flenna hart og háðandi, nevnir tú orðið. Egoistiskur óndskapur av fyrstu skuffu.

Vert hevði verið at sett eina umfattandi og djúptborðandi kanning av fíggjarligu sambondunum millum Høgra og tey mongu, ið sleppa snikkaleys undan at tilogna sær áðurnevndu 100-tals mill. kr. ið landið av røttum eigur, og sum harafturat fáa skattalætta upp til smáar 100.000 kr. um árið. Hetta meira enn luktar og kundi trongt til óheftar serfrøðingar, sum fingu fríar hendur at kanna viðurskiftini til botns. Tí her er nógv, sum ikki ruggar rætt, tað mann sjálvt hin blindi duga at síggja.

Einasta loysnin fyri einum menniskjarvinaligum politikki er at loysa høgraradikalu samgonguna úr starvi so skjótt høvi býðst. Og tað megna vit, bert vit vilja.

Dagfinnur Danbjørg.