Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stórur ójavni, men eingin frágreiðing

Skrivligur fyrispurningur til Jóhan Dahl, landsstýrismann í samferðslumálum, viðvíkjandi lækkingini av ferðaseðlaprísunum, har firðir og sund skilja.

Løgtingið samtykti áðrenn jól sum eina neyðloysn, at játta 1,5 mió.kr. afturat, til Strandfaraskip Landsins, við tí endamáli at lækka ferðaseðlakostnaðin við 10-15%. Júst um sama mundið, gjørdu leiðslurnar fyri ávíkavist Vágatunnilin og Norðoyatunnilin av, at lækka kostnaðin at koyra gjøgnum tunlarnar, við líknandi upphæddum.

1. Januar 2014 vóru nýggju, lækkaðu ferðagjøldini sett í verk fyri tunnilskoyringina, men enn frættist einki viðvíkjandi príslækkingini umborð á Strandfaraskipunum.

Løgtingið samtykti fyri nærum tveimum árum síðani, at landsstýrimaðurin skuldi gera eina frágreiðing til Løgtingið um at javnseta ferðaseðlakostnaðin, men framvegis er eingin frágreiðing komin.

Vit búgva øll í sama landi, men eftir mínum tykki er tað púra órímiligt at bilpendlarin úr Skopun, skal rinda 1690 kr. um mánaðin fyri at ferðast til arbeiðis í Havn, meðan bilpendlarin úr Miðvági, skal rinda 600 kr. um mánaðin, fyri somu ørindi. Uppaftur verri er lutfallið tá um familjur ræður, tí meðan tunnilskipanin avroknar fyri bil uttan mun til ferðandi, so avroknar Strandfaraskip Landsins fyri bil og øll ferðandi.

Tí hesar spurningar.

1. Nær verður ferðaseðlakostnaðurin við Strandfaraskipunum, lækkaður sambært samtyktu fíggjarlógini fyri 2014?

2. Hví er príslækkingin ikki framd enn?

3. Nær verður frágreiðingin frá landsstýrismanninum, sambært einmæltu løgtingssamtyktini frá 2012 um at javnseta ferðaseðlakostnaðin, latin Løgtinginum?

4. Hvør er orsøkin til at frágreiðingin, ikki er latin Løgtinginum enn ?

Virðingamest

 

Páll á Reynatúgvu,

Løgtingsmaður