Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stórur mentanarfundur í Havn

Tórshavnar býráð fær stóra vitjan úr øllum norðurlendsku høvuðsstøðunum seinni í mánaðinum. Mentamálanevndirnar í høvuðsstøðunum hittast til fundar í Havn 22. til 25. mei.

Eini 40 fólk koma úr Reykjavík, Keypmannahavn, Oslo, Stockhólmi, Mariehamn og Helsingfors at luttaka á fundinum, sum verður hildin í Norðurlandahúsinum. Teirra millum verða Pia Allerslev, mentanarborgarstjóri í Keypmannahavn, og Einar Ørn Benediktsson, formaður í mentamálanevndini í Reykjavík.

Tórshavnar kommuna er partur av hesum samarbeiðnum, og hetta er fyrstu ferð, fundurin verður hildin í Føroyum, sigur Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini í Havn.

Fleiri evni av felags áhuga verða viðgjørd á fundinum, og teir ymsu høvuðsstaðirnir fara at siga frá sínum politikki og átøkum á ymsum mentanarøkjum. Framsøgumaður hjá Tórshavnar kommunu verður Jógvan Arge.

Á ráðstevnuni fer Birgir Kruse at leggja upp til tjak við frágreiðing um stovnan av nýggjum skapandi ungdóms- og listaumhvørvum í Havn sum filmsverkstaðnum Klipfisk og tónleikaátakinum Loftinum á Margarinfabrikkini.

Arkitekturin Ósbjørn Jacobsen, sum í fleiri ár arbeiddi við mentanarhúsinum Hørpuni í Reykjavík, fer at røða um mentan og býarmenning.

Onnur temu eru norðurlendski mentanarfestivalurin, sum verður hildin, tá Norðurlanda Ráðið hevur ársfund, og hagtalssamarbeiði millum norðurlendsku høvuðsstaðirnar á mentanarøkinum..

Fyrsta kvøldið verður vitjað úti á Reyni og ein seinnapart verður farið út til Nólsoyar at við “Westward Ho”. Har fer kokkurin Leif Sørensen at borðreiða við føroyskum rávørum fyri norðurlendsku gestunum.

Vitjað verður eisini á nýggjasta skúlanum í Tórshavnar kommunu, Skúlanum á Argjahamri.

Ætlanin var, at fundurin skuldi vera í meimánaða í fjør, men tá varð hannavlýstur orsakað av øskuroki úr Íslandi.