Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stórur kórfestivalur leygardagin

Í dag, leygardag,  verður árligi kórfestivalurin – Kórfestivalurin 2018 – hildin í Norðurlandahúsinum, har kór og sangáhugaði kring alt landið luttaka. Somuleiðis fer eitt felagskór við umleið 180 sangarum undir leiðslu av kenda, danska kórleiðaranum, Alice Ranum, at seta punktum fyri kórfestivalinum.

Tíðindaskriv frá Kórsambandi Føroya

Talan er um fjórða kórfestivalin á rað, sum hevur avloyst siðbundnu kórstevnunar, ið hava verið hildnar í meira enn fimti ár, síðani 1967. Eins og við kórstevnunum er endamálið við kórfestivalinum at fremja og menna føroyskan kórsang. 

Í ár er tað kendi danski kórleiðarin, Alice Granum, sum fer at stjórna stóra felagskórinum. Fleiri kórleiðarar kenna Alice frá teimum kórleiðaraskeiðum, sum Kórsambandið hevur skipað fyri seinastu tíðina.

Eins og undanfarin ár verður konsertin skipað sum ein kapping millum kórini. Í ár er kappingin broytt soleiðis, at kappast verður ikki innan fleiri flokkar ella kategoiir. Fyri bestu framførslunar verða handaðar 1. 2. og 3. viðursløn, og dómarnir gera sjálvir av, hvat teir leggja dent á. Eisini fáa áhoyrarnir høvi at atkvøða fyri bestu framførsluni.

Kórfestivalurin 2018 byrjar í morgin leygardagin klokkan 09.30 í Norðurlandahúsinum, tá vant verður til felagskórið. Tó er ein undanvenjing í kvøld fríggjakvøldið, ið somuleiðis er í Norðurlandahúsinum.

Sjálv konsertin byrjar klokkan 16 leygardagin í stóra salinum í Norðurlandahúsinum, har fyrst einstøku kórini fara at framføra, og síðani enda stóra felagskórið Kórfestivalin 2018. 

Vinarliga

Kórsamband Føroya
Kári Bæk, formaður
tlf. 270142