Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stórur dagur í Føroya søgu

Fáur hevði grunað, at hósdagurin 14. november 2013 skuldi gerast ein merkisdagur í Føroya søgu. Men tá Dagur og Vika var á skránni, kom formaður Javnaðarfloksins á skíggjan, og hann segði, at vit skuldu hava eina fólkaatkvøðu um eitt mál, sum í løtuni er til viðgerðar í landsstýrinum.

Tað er ikki fyrstu ferð, Javnaðarflokkurin krevur fólkaatkvøðu. Hetta gjørdi hann í 1930, tá hann sá til, at løgtingið við einari atkvøðu í meiriluta samtykti at vit skuldu hava fólkaatkvøðu um vit skuldu vera saman við Danmark ella ikki. Ta fólkaatkvøðuna vildi danska stjórnin tó ikki hava, so har kom einki burturúr. Men sekstan ár seinni, í 1946, royndi Javnaðarflokkurin enn eina ferð tað sama. Tá var hann avgerandi fyri, at løgtingið við einum meiriluta upp á eina atkvøðu samtykti at fólkaatkvøða skuldi vera millum eitt stjórnaruppskot um at innlima Føroyar í Danmarkar ríki, ella loysing Danmarkar og Føroya millum. Hesuferð fekk Javnaðarflokkurin donsku stjórnina til at ganga við til fólkaatkvøðuna, og frøin var stór hjá javnaðarmonnum.

Men tá fólkið hevði talað, fekk pípan eitt annað ljóð, tí Javnaðarflokkurin helt, at veljararnir høvdu valt skeivt. Javnaðarflokkurin helt, at tað, Føroya tjóð hevði samtykt, ikki var tað rætta, tí loysingin varð samtykt. Javnaðarflokkurin sýtti tí fyri at seta loysingina í verk, so sum hann tann 10. mai í løgtinginum hevði bjóðað Føroya fólki at samtykkja á fólkaatkvøðuni 14. september 1946.

Men nú er flokkurin eftir øllum at døma komin upp á betri tankar, tí nú er hann aftur farin at krevja fólkaatkvøðu.

Eingin kann taka ein flokk fyri fult, sum brýtur síni hátíðarligu lyfti fyri tjóðini. Fortreytin fyri at ein flokkur kann fáa viðhald í hava eina fólkaatkvøðu, er tí sjálvandi, at tann fólkaatkvøða, sum flokkurin hevur fingið sett í verk, eisini verður fylgd. Tann sum eigur at krevja hetta er flokkurin sjálvur, og tí er tað eyðsæð, at tað næsta, vit fara at hoyra frá formanni Javnaðarfloksins, er at hann setur fram uppskot um loysing Danmarkar og Føroya millum!

Zakarias Wang