Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stórur dagur fyri H71 og Hoyvík!

Í gjár var reisigildi í samband við útbyggingina av Hoyvíkshøllini, tað gongur sera væl við arbeiðinum og arbeiði verður liðugt til Ólavsøku.

Útbyggingin er 500 fermetrar í trimun hæddum og J.K. Petersen stendur fyri arbeiðinum.

Nú var eg til reisigildi og har upplýst av forkvinnuni hjá H71 Sunnevu Jakobsen, at limatalið hjá H71 er fari frá 100 til yvir 300 limir síðani 2006.

Ùt frá heimasíðuni hjá H71, vóru tey fyrstu føroyameistaraheitini hjá H71 í hondbólti vórðu vunnin í 1983, hóast teir ongantíð høvdu vant í eini ítróttarhøll.

H71 hevur eisini fingið 2 FM-heitir í bestu mansdeildini inna stutta tíð. Hesu góðu úrslit er sjálvsagt at takka alt tað góða arbeiði í nevndin í felagnum ger og sjálvsagt øll tey sum vara av felagnum gera.

H71, var annars stovnað í 1971 og tá leiktu og vandu tey í fimleikahøllini í skúlanum í Hoyvík og við fleiri øðrum ítróttargreinum.

Við vaksandi fólkatalinum í Hoyvík og trongum hølisumstøðunum, bleiv hondbólturin ítróttagreinin hjá H 71.

Hoyvíkshøllin var upprunaliga bygd sum ein venjingarhøll. Tað er tí er tað sera kærkomið at umstøðurnar vera uppaftur betri hjá H71 og øllum teimun sum nýta ítróttarhøllina hvønn dag. Fyri okkum áskoðarar verður hetta eisni kærkomið.

Sum formaður í byggi og býarskiparnarnevndini, hevur eisini P/F J.P Petersen, stór rós uppiborið, tí arbeiði hevur gingið sera væl, hóast veðrið hevur verið vánaligt í vetur, so hevur arbeiði gingið skjótt fyri seg.

Byrjað var útbyggingini í des 2011 og arbeiði verður liðugt nú til Ólavsøku. Samanalgt kostar útbyggingin av Hoyvíkshøllini 6 miliónir krónur.

Hetta er eisni kærkomið hjá øllum í Hoyvík og Tórshavnr kommunu, eisini er hetta stigið kærkomið fyri alt tað barna og ungdómsvirksemi sum annars er við Hoyvíkshøllina.

Keldur.www.h71.fo og www.levimork.com

Vh.

Levi Mørk, formaður í byggi og byarskiparnarnevndini.

hjá Tórshavnar kommunu