Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stórur ampi av kinesiskum lampum

Seinastu árini er tað vorðið alt meira vanligt, at senda kinesiskar lampur upp, tá ið okkurt serligt er á skránni. Tað sær eisini vakurt út í góðveðri, at síggja ljósini fara upp eftir. Ein kinesisk lampa, eisini kallað himmal ljós, er eitt stearin ljós undir einari lættari ballón. Hitin frá ljósinum fær ballónina at lyfta seg upp frá.

Hesi ljósini síggjast langa leið. Og er tað so eitt sindur av támi, vísir ljósið seg at vera uppaftur størri. Tá so fólk eru óvitandi um hesur lampur, er tað skjótt, at tey halda hetta vera neyðrakettir. Og vit hava havt fleiri tilburðir seinastu árini, har tyrlur og skip eru send út at leita, tí fólk siga seg hava sæð neyðrakettir. Og hetta er til stóran ampa fyri fólk innan tilbúgving og bjarging og er eisini kostnaðarmikið.

Og fyri at sleppa undan hesum hava vit hesa áheitan :

Sigið løgregluni ella MRCC frá áðrenn tit senda hesar lampur upp.