Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stórur áhugi uttanlands fyri vísindaligum frambroti hjá Fiskaaling

Dan Klein --- 31.12.2017 - 09:31

VÍSINDAÚRSLIT: Royndirnar hjá Fiskaaling við at kanna rognkelsi fyri lúsaát uttan at drepa tey fyri at síggja innihaldið í maganum, hevur vakt stóran ans uttanlands, og skapt áhuga millum útlendskar granskarar og alifyritøkur.

Tíðliga í 2017 hildu tríggir granskarar á Fiskaaling eina framløgu á eini altjóða ráðstevnu um reinsifisk, sum varð hildin í Tróndheimi í Noregi frá 7.-9. februar. 

Eftir ráðstevnuna hevur Fiskaaling fingið hópin av afturmeldingum frá viðurkendum granskarum, sum vilja vita meira um nýggja, føroyska kanningarháttin. Millum annað eru komnir fyrispurningar frá stórum útlendskum aktørum sum SalMar, Lerøy, Akerblå, Gildeskål Forskningsstasjon, Aqua Kompetense, NTNU og Stirling University.

Evnið á framløguni hjá Jonhardi Eysturskarð, Ásu Johannesen og Kirstin Eliasen, var, hvussu tað kann lata seg gera at máta lúsaát hjá rognkelsum uttan at drepa tey, eins og sleppa undan at brúka sovnevnda magaskoling, ið hevur fingið hvassar atfinningar, tí hetta er í stríð við djóravælferðarlógina í eitt nú Noregi. 

Stjórin í P/F Fiskaaling fegnast um hetta nýggjasta vísindaliga frambrotið hjá felagnum.

- Ein avgjørd fortreyt fyri at røkka einum úrsliti sum hesum, er tað tætta og góða samstarvið, sum vit á Fiskaaling hava við føroysku alifeløgini, sigur Jóhanna Lava Køtlum. 

Vanliga mannagongdin bæði her í Føroyum og aðrastaðni hevur verið, at rognkelsið verður dripið, áðrenn hugt verður í magan fyri at fáa staðfest, um fiskurin hevur etið laksalús ella ikki. 

Javnan er komið fram, at fleiri enn hundrað lýs eru funnar í einum rognkelsismaga. At neyðugt er at drepa nógvar lúsaátarar fyri at fáa hetta staðfest, er ikki sørt óheppið, tí tað júst eru lúsafegin rognkelsi, ið gera størst nyttu, og sum ynskiligt er at seta við.

Í Noregi verður eisini magaskol brúkt fyri at fáa eitt mát fyri, hvussu virkin rognkelsini eru, og fyri at sleppa undan at drepa tey. Ein slanga verður løgd niður í magasekkin, og vatn sproytað niður, og síðani sogið uppaftur. Hetta verður endurtikið fleiri ferðir, áðrenn magainnihaldið er fingið upp. Sum áður nevnt hevur hendan mannagongdin verið fyri hvøssum atfinningum, har norska matvørueftirlitið í mars 2016 kom til ta niðurstøðu, at fiskurin heldur eigur at verða dripin.

Fiskaaling hevur ment ein nýggjan kanningarhátt, har sýni verða tikin av svølgvætuni – ella magaflotinum – sum síðani verður dna-kannað fyri at fáa staðfest, um tey kannaðu rognkelsini eru lúsaátarar ella ikki.

Við nýggja kanningarháttinum hjá Fiskaaling er møguleiki at taka nógv sýni yvir stutta tíð, og tískil ber betur til at fáa eitt skjótt yvirlit yvir lúsaát, eins og eina heildarmynd av umstøðunum á einum aliøki, samstundis sum lúsaátufrek rognkelsi verða verandi á lívi og framhaldandi kunnu gera stóra nyttu. 

Framløgan hjá teimum trimum granskarunum á Fiskaaling undir norsku ráðstevnuni bygdi á vísindagrein teirra í altjóða vísindstíðarritinum, Aquaculture International, sum kom út í november 2016.