Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stórur áhugi fyri Vinnan veit 12

Tíðindaskriv:

Í dag kl. 14 er freistin úti at tekna seg til tiltakið "Vinnan veit '12", sum Nema skipar fyri í samstarvi við Intel, Dell og Oracle.

Stórur áhugi er fyri tiltakinum, sum verður í morgin í Norðurlandahúsinum. Høvuðsevnið er "Betri stýring og størri vinning við samstarvi, skipanum og tøkni".

"Fyritøkur og stovnar hava tikið væl ímóti okkara innbjóðing, og vit eru sera spent til ein góðan og gevandi dag í morgin," sigur Christian Nagata, stjóri í Nema

"Vit vilja varpa ljós á hvussu kt og skipanir kunnu gerast verulig amboð at gagnnýta tilfeingið og vitanina. Soleiðis kann meira fáast burturúr og vit fáa lægri kostnaðir og betri kappingarføri", slær hann fast.

Vinnan veit '12 byrjar kl. 8.30 í morgin í Norðurlandahúsinum. Freistin at melda til tiltakið er í dag kl. 14. Tilmelding fer fram á www.nema.fo