Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tilvildarlig mynd

Stórur áhugi fyri temadegi um sosialpedagogikki

Ikki færri enn 200 limir í Føroya Pedagogfelag hava teknað seg til temadagin um sosialpedagogikk, sum verður á Hotel Føroyum í dag.

Dagurin verður skipaður við framløgum og verkstovum. Millum tey, ið leggja fram, eru Benny Andersen, formaður í felagnum hjá sosialpedagogunum í Danmark, Mette Grostøl, deildarleiðari í sama felag, og Ellen Galaasen, næstforkvinna í felagnum hjá norsku sosialpedagogunum.

Í ásannan av, at sosialpedagogikkurin er um at hvørva sum yrkisligt serøki í Føroyum, setir Føroya Pedagogfelag í vár sjóneykuna á sosialpedagogikkin við fleiri ymiskum átøkum, og er temadagurin í morgin eitt av hesum átøkunum. Maud Wang Hansen er ovfarin um, at so nógv hava teknað seg til tiltakið í morgin.

- Eg haldi tað vera fantastiskt, og eg eri sera væl nøgd. Tiltakið er jú í arbeiðstíð, so fólk hava veruliga lagt nakað fyri, fyri at kunna taka lut, sigur hon.

Temadagurin á Hotel Føroyum byrjar kl. 8.30 við morgunmati og einari drúgvari skrá. Aftaná evnisdagin eru ymiskir fundir avtalaðir við limir sum starvast við sosialapedagogikki og Fróðskaparsetrið.