Stórur áhugi fyri nýggju miðstaðargøtuni
Karlamagnusarbreyt: Stórur áhugi fyri nýggju miðstaðargøtuni, sigur borgarstjórin
Fyri at samanbera, so verður Hoyvík liðugt útbygd ein býlingur, sum verður væl størri enn Klaksvík. Tí er henda miðstaðarútbygging ein ómetaliga stór avbjóðing, og snýr seg avgjørt ikki bara um bústaðabygging.
Her skulu vera fríøki, almennir og kommunalir stovnar, læknamiðstøð, ítróttaøki, skúlar, barnagarðar, kirkjur og sjálvt hjartað í nýggja býarpartinum verður sjálvt miðstaðarøkið, Karlamagnusarbreyt.
Karlamagnusarbreyt er ein long gøta, har fólk koma at búgva, arbeiða og handla, og verður sostatt ein savnandi eind í økinum, har lív verður í, bæði um dagin og um kvøldið.
Hóast vána møguleikar fyri fígging í løtuni, so er áhugin rættiliga stórur fyri at byggja fram við Karlamagnusarbreyt. Áhugin hevur verið størstur fyri smærru stykkjunum, soleiðis at tey flestu av teimum eru antin seld ella umbiðin.
Tað sær út til at fara at verða fjølbroytt bygging. Talan er um handlar við gerandisvørum, bakarí, brúksvøruhandlar, møblahandlar, fyritøkur, ið umboða persónliga røkt av ymsum slag, fleiri innflytarar av ymsum slag og fleiri skrivstovur.
Øll stykkini kunnu vera kombinerað við handilshølum, goymslu- og/ella skrivstovuhølum og bústaði.
Kommunan hevur eisini sett av øki til framtíðar bygging í økinum, eitt nú til heilsumiðstøð, kollegium, ítróttarøki og fríøki.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur í stuttari viðmerking, at miðstaðarøkið í Hoyvík er ein stór avbjóðing fyri Havnina. Í løtuni verður arbeitt við at gera kunnandi tilfar, sum skjótt verður alment.
- Býlingurin kemur at verða ein sera aktivur partur av Havnini, ein dynamiskur og miðsavnandi depil, sum verður meira og meira áhugaverdur sum frálíður, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.