Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stórt tiltak fyri Sveini í dag!

Veitsla í Norðurlandahúsinum:

Sveinur veit bara ikki av tí sjálvur. Nú beint fyri middag er hann farin í flogfarið úr Kastrup til Føroya saman við upptøkuliði frá DR, sum fer at gera upptøkur allan dagin.

Sveinur veit ikki av, at ein tyrla stendur og bíðar eftir honum á flogvøllinum at flúgva hann og unnustuna Fridu beinleiðis til Havnar, har borgarstjórin tekur ímóti og koyrir tey út til foreldrini.

Tyrlan lendir úti á tyrlupallinum við Boðanes umleið kl 14.30 og øll eru vælkomin at taka ímóti.

Sveinur veit heldur ikki av, at kl. 17.30 verður surpriseveitsla fyri honum í Norðurlandahúsinum, har øll eru vælkomin. Beiggi hansara hevur sett ein bólk saman, og Sveinur skal yvirtalast at framføra nakrar av sangunum, hann hevur sungið í ársins X Factor!

Alt tiltakið er púra ókeypis!!!! Ókeypis atgongumerki kunnu heintast í Norðurlandahúsinum í dag frá kl. 17.00. Øll kunnu vera við, men møtið stundisliga, so øll kunnu sita og bíða, tá Sveinur kemur!

Øll eru vælkomin at gera skelti og bannarar til Svein. Eisini eru øll vælkomin at pynta Norðurlandahúsið seinnapartin, so tað verður ein rimmar veitsla, siga tey úr Norðurlandahúsinum.

Tað er Tórshavnar kommuna saman við Norðurlandahúsinum og familjuni hjá Sveini, sum skipa fyri tiltakinum í dag.

Møtið fjølment, og bjóðið endiliga øllum tykkara vinfólki við!