Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stórt svinn men lítið prógv

Sakførarin mælti Rúsuni frá, at saksøkja burturvísta starvsfólkinum eftir kr. 150.000, tí ongi prógv vóru fyri, at viðkomandi hevði tikið so stóra upphædd.

Í innliti okkara um stuldurin á deildini hjá rúsdrekkasølu landsins, vísir tað seg, at svinn er fyri kr. 150.000,00, men at Rúsan ikki hevur prógv fyri meira enn stuldur av kr. 10.000,00, og so er prógvið kanska eisini sera ivasamt, sambært skjølunum.

Í samband við útrokningar og metingar av svinni seinastu tvey árini, er Rúsan komin fram á at hetta svinn hevur verið óregluliga stórt, um um hetta svinnið stavar frá stuldri, kann í minsta lagi vera talan um kr. 150.000 yvir hesi tvey árini, sigur Niels Winther Poulsen, advokatur:

Orsaka av hesum umstøðum mælir advokaturin frá, at krav verður sett fram um, at burturvísta skal rinda aftur eina upphædd, sum er størri enn tann upphædd, ið Rúsan longu hevði mótroknað.

Niels Winther Poulsen, advokatur grundar niðurstøðu, ikki at krevja 150.000 frá burturvísta starvsfólkinum, at tað fer at verða rættiliga dýrt, bæði í grannskoðaraútreiðslum og sakføraraútreiðslum, og at tað er lítið sannlíkt, at Rúsdrekkasøla Landsins vildi vunnið …

Lesi hesa og nógvar aðrar sera avdúkandi greinar í blaðnum.

----

Nú riggar at keypa blaðið á netinum

Í longri tíð hevur søluskipan okkara ikki riggað. Hetta hevur so ført til, at Knassar hevur arbeitt við at loyst trupulleikan. Nú hava viðskiftafólk endiliga roynt aftur, og siga frá, at skipanin nú riggar við VISA-kortinum. Sostatt ber til hjá øllum keypa við gjaldskorti uttan trupulleikar.

Trýst á ADD TO CART, síðani til check out vith PayPal, og betal við korti, sum PayPal gestur uttan nakað hóvasták.

http://oyggjatidindi.com/arkiv.html