Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stórt orðaskifti um ríkisfelagsskapin í dag

Seinnapartin er spurnarorðaskifti í Fólkatinginum um støðuna í ríkisfelagsskapinum.

Talan er um eitt árligt orðaskifti, ið kann sammetast við tað, sum í Løgtinginum verður nevnt aðalorðaskifti. Hetta er hitt fyrsta av sínum slag í Fólkatinginum.

Allir flokkar eru við í orðaskiftinum sínum framsøgufólkum, og spurningar verða settir hvørjum røðara sær eins og forsætisráðharranum, Helle Thorning-Schmidt.

Orðaskiftið endar við, at Fólkatingið ger eina samtykt, ið er eitt slag av niðurstøðu av orðaskiftinum, ofta við einari áheitan til stjórnina.

Grundarlagið undir spurnarorðaskiftinum um ríkisfelagsskapin er ein frágreiðing frá forsætisráðharranum, ið varð almannakunngjørd fyri uml. 2 vikum síðani.

Dagsins orðaskifti verður seinnapartin. Fundurin byrjar klokkan 12 føroyska tíð, men ríkisfelagsskapurin verður nakað seinni. Hann er nummar 9 á skránni, og tí kann tað taka nakað av tíð, fyrr enn viðgerðin av ríkisfelagsskapinum byrjar.

Fylg orðaskiftinum beinleiðis á hesi slóð: http://www.ft.dk/webtv/video/20131/salen/81.aspx