Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stórt nýggjárshald á Glaðsheyggi !

Aftur í ár verður skipað fyri stórum tiltaki við nýggjársbáli á Glaðsheyggi í Havn. Tiltakið er eitt av teimum størstu nýggjárstiltøkunum, og bálið plagar at síggjast væl um allan býin.

Tiltakið byrjar kl. 22, tá Bjørn á Heygum fer at halda røðu, eisini verður felagssangur, og Uni Arge fer at syngja. Ímeðan verður bálið tendrað. Øll eru vælkomin.

Mint verður á, at í samband við tiltakið verður heitt á fólk, sum eiga bilar standandi á parkeringsøkinum á Glaðsheyggi, um at flyta teir í seinasta lagi kl. 17 nýggjársaftan.

Fyrireikararnir