Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stórt hátíðarhald ísv. 80 ára føðingardag Jens Paula Heinesens

Tíðindaskriv:

Stórt hátíðarhald ísv. 80 ára føðingardag Jens Paula Heinesen's mánadagin tann 12. november 2012 í Norðurlandahúsinum Rithøvundurin Jens Pauli Heinesen doyði 19. juli í fjør. Í sambandi við, at hann hevði fylt 80 ár tann 12. november í ár, verður høvundurin heiðraður og ljós varpað á skaldaverk hansara við einum hátíðarhaldi í Norðurlandahúsinum og endurútgávu av sjey verkum í tveimum bindum á sjálvum føðingardegnum. Framsýning og bókasøla er opin frá kl. 17 um dagin, meðan sjálvt hátíðarhaldið byrjar kl. 19.30 um kvøldið. Tiltakið er ókeypis.

Hátíðarhald

Mánakvøldið 12. nov. Kl. 19.30 verður sjálvt hátíðarhaldið fyri Jens Paula Heinesen.

Kórið Tarira fer at hava frumframførslur av tveimum nýggjum løgum, sum dóttir Jens Paula, Elin Brimheim Heinesen, hevur gjørt til yrkingar eftir pápa sín. Sjónleikarar frá Tjóðpalli Føroya framføra brot úr tveimum sjónleikum og lesa brot úr skaldskapi høvundans, umframt yrkingar til floytutónar og dans. Eitt klassiskt stykki, sum Jens Pauli yndaði í serligan mun, umframt kenda lagið "Eitt dýpi av dýrari tíð", verður spælt. Harumframt verður ein pallborðssamrøða við fleiri kendum bókmentafólkum um skaldskapin hjá Jens Paula o.a.

Framsýning

Hurðarnar til framsýningina, sum verður í ovaru hæddini í Athøllini, verða latnar upp kl. 17.00. Á framsýningini verða forkunnugir lutir og myndir frá lívi høvundans, umframt filmsfyrivísing av dokumentarinum hjá Gullu Øregaard um Jens Paula Heinesen frá 2002. Bókaútgáva o.a.

Forlagið Sprotin nýtur høvið til at endurútgeva heilar sjey bøkur hjá høvundanum í tveimum bindum á føðingardegnum. Til ber at ogna sær verkini beinanvegin. Í forhøllini stendur Bókamiðsølan og Sprotin fyri sølu av hesum og øðrum bókum hjá JPH.

Fyrireikarar og stuðlarar

Familjan hjá Jens Paula Heinesen skipar fyri hátíðarhaldinum saman við Rithøvundafelagnum, Tjóðpalli Føroya, Sprotanum, Bókamiðsøluni og øðrum. Stuðlað tiltakinum hava Mentamálaráðið, Tórshavnar Kommuna, Norðurlandahúsið og privatir gevarar.

Fyrireikararnir lova eitt upplivingarríkt og tignarligt hátíðarhald, ið fer at geva áhoyrarafjøldini ein varhuga av stóra týdninginum, lívsverk høvundans hevur havt – og enn hevur – fyri land okkara og fólkið, ið her býr.

Vinaliga

Fyrireikararnir

Úr skránni:

Hví varpa ljós á Jens Paula Heinesen, rithøvund, og skaldaverk hansara?

Endamálið við hátíðarhaldinum á 80 ára føðingardegi Jens Paula Heinesens er fyrst og fremst at varpa ljós á ein av okkara allarstørstu og bestu rithøvundum og á rúgvismikla skaldaverk hansara, sum í stóran mun hevur ríkað føroysku tjóðina og styrkt samleika føroyinga.

Skaldskapur Jens Paula lýsir livaða lívið, serliga í føðibygd hansara og ikki minst í høvuðstaðnum, har høvundurin búleikaðist mesta av sínari livitíð. Gunnar Hoydal hevur skrivað soleiðis: "Her luktar, her angar, her fæst upp í lógvarnar og millum fingrarnar av myndum, so at lesarin hugsar: um einaferð øll skjøl fóru fyri skeyti, ið greiddu frá hesum tíðarskeiði í Føroyum, men bara hetta skaldaverkið stó eftir, so vistu vit kortini fyri alla tíð, hvussu tað var at liva og vera til hesi árini í hesum landi."

Bókmentafrøðingar o.o. hava í ymsum høpum mett góðskuna í verkum eftir Jens Paula á hædd við heimsbókmentir. Nevnt hevur verið, at hevði Jens Pauli skrivað á enskum máli, hevði skaldskapur hansara hugsandi fingið nógv størri útbreiðslu í heiminum, men vit liva í einum evarska lítlum máløki, so skaldskapurin hjá Jens Paula fekk ikki ta viðurkenning, meðan rithøvundurin var á lívi, sum hann veruliga hevur uppiborið at fingið.

Eftirtíðin fer kanska í størri mun enn samtíðin hjá Jens Paula at virðismeta skaldskap hansara. Men hetta hendir ikki, um øll givin høvi ikki verða nýtt til at varpa ljós á tær perlur, sum Jens Pauli legði eftir seg, tí í dagsins tøkniliga kunningarhurlivasa er ikki lætt at vekja ans um skaldaverk, líkamikið á hvussu høgum støði tey eru.

Sum ein lítil tøkk fyri tað valaverk, sum Jens Pauli lat úr hondum til gleði og gagns fyri sína eftirtíð í langa tíð framyvir, verður hann nú heiðraður við einum hátíðarhaldi á 80 ára føðingardegi sínum, sum hann tíverri ikki náddi at uppliva sjálvur. Haldið skal varpa ljós á Jens Paula Heinesen og skaldskapin hjá honum, so fleiri – eisini tey yngru ættarliðini – kunnu fáa eyga á verk høvundans og kanska eisini fáa hug at drekka úr bikarinum við lívsjáttandi, samleikaskapandi íblástri, sum Jens Pauli so gávumildur býtti út í livitíð síni. Hesa fragd kundi ein unt nógv fleiri fólkum at uppliva. Tí hava fólk, ið halda nógv um Jens Paula Heinesen og skaldskap hansara, tikið stig til hetta tiltak. Faktuellar upplýsingar um tiltakið Hátíðarhald, framsýning og bókaútgáva í Norðurlandahúsinum ísv. 80 ára føðingardag Jens Paula Heinesen's mánadagin tann 12. november 2012.

Endamálið við tiltakinum:

Rithøvundurin Jens Pauli Heinesen doyði 19. juli 2011. Í sambandi við, at hann hevði fylt 80 ár tann 12. november í ár, verður høvundurin heiðraður og ljós varpað á skaldaverk hansara við einum hátíðarhaldi í Norðurlandahúsinum á føðingardegnum. Framsýning og bókasøla opin:

17.00-22.00 Framsýning, mynda- og filmsfyrivísan uppi á í Athøllini, umframt bókasøla í forhøllini.

Skrá fyri hátiðarhaldið um kvøldið:

19.30-19.35 Hátíðarhald í Skálanum, niðara hæddn í Athøllini. Elin Brimheim Heinesen, dóttir JPH's, innleiðir haldið.

19.35-19.40 Kórið Tarira hevur frumframførslu av lagnum "Heystnáttin". Elin Brimheim Heinesen hevur gjørt lag og kórútseting til yrking eftir JPH. Sunleif Rasmussen stjórnar kórinum. 19.40-19.50 Lisin verða úrvald brot úr skaldskapi JPH's. Páll Danielsen lesur.

19.50-20.00 Sjónleikarar framføra úrvalt brot úr sjónleikinum "Søgur úr Krabburð" eftir JPH. Hans Tórgarð og Bárður Persson spæla.

20.00-20.05 Klassiskt yndislag hjá JPH verður spælt. Johannes Andreasen spælir klaver.

20.05-20.10 Yrking hjá JPH verður lisin, meðan genta dansar til ein einsligan floytutóna. Páll Danielsen lesur. Andrea Heindriksdóttir spælir floytu. Jona Kirstin Thomsen dansar.

20.10-20.20 Sjónleikarar framføra úrvalt brot úr sjónleikinum "Hvønn stakkin skal eg fara í" eftir JPH. Hjálmar Dam og Hanna Flóvinsdóttir spæla.

20.20-20.25 Kórið Tarira hevur frumframførslu av lagnum Sóleyan. Elin Brimheim Heinesen hevur gjørt lag og kórútseting til yrking eftir JPH. Sunleif Rasmussen stjórnar kórinum.** 20.25-20.40 Steðgur - har kaffi, te og smákøkur vera at fáa.

20.40-21.25 Pallborð við fýra bókmentafólkum, sum tosa um teirra fatan av JPH og skaldskapi hansara. Turið Sigurðardóttir er orðstýrari.

Pallborðsluttakarar eru Malan Marnersdóttir, Heðin M. Klein og Martin Næs.

21.25-21.30 Lagið "Eitt dýpi av dýrari tíð" verður framført við Elini Brimheim Heinesen sum sangsolisti, kórinum Tarira og tónleikabólki við Finnur Hansen, klaver, Leivur Thomsen, guitar, Edvard Nyholm Debess, kontrabass, Angelika Nielsen, violin, og Tóri Restorff Jacobsen, cello. 21.30-21.35 Áðrenn kvøldið endar við felagssangi, verður ein lítil táttur á skránni, sum enn er loyniligur. Til felagssangin verður lagið "Dimmið" sungið við orðum eftir Christian Matras og lag eftir Jógvan Waagstein.

 Bókaútgáva:

Forlagið Sprotin endurútgevur sjálvan føðingardagin stórverkini "Á ferð inn í eina óendaliga søgu" (tær fyrstu fýra bøkurnar av sjey) í einum bindi í skreytútgávu og "Tú Upphavsins Heimur I, II og III" í einum bindi. Møguleiki verður fyri at ogna sær tey fyrstu eintøkini av hesum verkum eftir JPH hendan dagin í Norðurlandahúsinum.

Bókasøla:

Bókamiðsølan skipar fyri sølu av øðrum bókum hjá JPH í Norðurlandahúsinum. Framsýning við ymsum lutum frá lívi JPH's:

Skipað verður fyri framsýning við bókum, handritum, heiðursbrøvum o.ø. artifaktum hjá JPH, originalpermumyndirnar til útgávurnar hjá Sprotanum, sum sonur JPH's Janus á Húsagarði hevur gjørt, málningi av JPH hjá Thomas Michael Smith og gipsbringumynd av JPH hjá listamanninum Andreas Andreasen o.a.

Filmsfyrivísan:

Dokumentarurin "Eitt dýpi av dýrari tíð", sum Gulla Øregaard gjørdi ísv. 70 ára føðingardagin hjá JPH, verður vístur í Norðurstovu. Umrøða hjá bókmentafólki av skaldskapi Jens Paula Heinesens verður víst á filmi í Vesturstovu.

Talgild myndaframsýning:

Myndarøð við myndum úr lívssøgu JPH's verður víst í Eysturstovu.

Konta at seta stuðul inn á:

Konta í BankNordik, stovnað til endamálið: 6460-364.980.8

Umboð fyri fyriskiparar:

Elin Brimheim Heinesen. T-postur: elin@heinesen.fo . Tlf. (+298) 21 31 02