Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sara Lamhauge úr HB og Margunn Lindholm úr EB/Streymi dystast her í steypafinaluni í fjør. Nú møtast kvinnurnar hjá HB og EB/Streymi í fyrsta stórsteypadystinum hjá kvinnum nakrantíð

Mynd: Álvur Haraldsen

Stórsteypadystirnir verða 3. mars

Fyri fyrstu ferð verður dystur eisini hjá kvinnum, tá ið Fótbóltssamband Føroya og Lions Club skipa fyri stórsteypadystum sunnudagin 3. mars

Síðani Fótbóltssamband Føroya og Lions Club í 2007 fóru undir samstarv um stórsteypadystir í fótbólti, hevur talan bara verið um ein árligan dyst millum føroyameistararnar og steypavinnararnar hjá monnum, men nú verður øðrvísi.

Tá ið stórsteypadystirnir 2019 verða spældir á Tórsvølli sunnudagin 3. mars, verður tað fyrstu ferð, at meistarar og steypavinnarar hjá bæði kvinnum og monnum spæla dyst. Í fjør vann EB/Streymur/Skála greipuna, meðan HB vann silvur í báðum kappingum, so tí verður hesin fyrsti stórsteypadysturin hjá kvinnum millum EB/Streym og HB. Hjá monnum verður hann millum HB, sum vann føroyameistaraheitið í fjør, og B36, sum vann kappingina um Løgmanssteypið.

Eins og í øðrum londum, har tey eisini hava slíkar “Charity Shield”-dystir, hava stórsteypadystirnir tvinnanda endamál. Annað er at síggja tey bæði liðini, ið vunnu meistaraheitið og steypakappingina undanfarna kappingarár, so ein hóming kanska fæst av, hvussu væl tey eru fyri í ár, og hitt er at útvega pengar til vælgerðarendamál.

Tí er upplagt, at Fótbóltssambandið og Lions Club býta uppgávurnar ímillum sín, og allur ágóðin frá dystinum fer til eitt gott endamál, ið Lions Club velur. Enn er ikki greitt, hvør fær ágóðan í ár, men tað verður kunngjørt í næstum.

Stórsteypadystirnir verða sum sagt báðir á Tórsvølli sunnudagin 3. mars, og tá spæla kvinnurnar hjá EB/Streymi og HB klokkan 14 og menninir hjá HB og B36 klokkan 17.